Norðmenn hava tvey ymisk seyðasløg við hvør sínari ull. Annað slagið hevur brodd og líkist okkara, meðan hitt slagið bara hevur somu ullina allan vegin.
Sniálvur Jóanesarson úr Funningi er seyðabóndi á Voss í Noreg.
Hann var á framsýningini Hendur og Hugflog, sum var í Ítrótarhøllini á Nabb um vikuskiftið.
Har vitjaði hann, sum vera man, básin hjá Suðuroyar Ullarvirki.
Sniálvur sigur, at teir yviri í Noreg plaga at halda, at tann ullin, sum ongan brodd hevur, er tann betra ullin.
Hon er nógv betri at tøva, sigur hann.
Tískil hava teir ikki gjørt so nógv burtur úr at hava seyð við ull, sum líkist teirri føroysku. Undantøk eru tó. Teirra millum hann sjálvur.
Men hann var rættiliga ovfarin av, hvussu góð hendan ullin er, sum Ullarvirkið hevur á framsýningini.