- Tað er týdningarmikið fyri okkum at varðveita trúvirðið og álitið.
Tað sigur Ewald Kjølbro, tá ið hann í samrøðu við Sosialin verður spurdur, hvørjar aktuellu avbjóðingarnar hjá Landsverki eru.
- Stórt fokus er á Landsverk og tær stundum sera krevjandi byggiverkætlaninar, sum vit standa fyri. Onkuntíð verður kompleks mál lýst á ein sera einfaldan hátt, og so gera fólk niðurstøður út frá tí. Tað kann kennast sera tyngjandi, tí alt skal síggjast í einum samanhangi, og tað er sjáldan so einfalt, sum tað kann ljóða.
- Eg royni at gera tað, sum eg kann, fyri at lýsa tey ymsu málini í røttum samanhangi, hóast tað kann verða trupult, tí málini kunnu verða fløkt at skilja og greiða frá, sigur Ewald Kjølbro.
Landsverk kannar einaferð um árið sítt umdømið á ymiskum økjum, og niðurstøðan tykist verða, at tá ið tað ræður um vegakervið og teir gerandisligu partarnar av virkseminum hjá Landsverki, hava brúkararnir stórt álit á stovninum. Umdømið hjá Landsverkið er tó ikki tað sama, tá ið tað ræður um stórar verkætlanir.
- Tey stóru málini, sum stríð er um í almenninginum, ávirka okkara umdømi skeiva vegin, og tað er eisini nakað, sum vit merkja innanhýsis á stovninum. Eitt mál sum byggingin Glasir er tungt fyri Landsverk, tí øll á stovninum merkja umrøðuna og kritikkin.
- Eg taki gjarna almennu bardagarnar og royni at skapa arbeiðsfrið hjá starvsfólkunum, men tey verða eisini merkt av umrøðuni. Onkursvegna lukta klæðini, tá ið fólk koma heim frá arbeiði, og vit hava mist góð fólk á vegnum, tí tey orka ikki at vera partur av hesum, sigur Ewald Kjøbro.