Reiðarin á garnabátinum, Anitu, hevur nú fingið eina bót upp á 140.000 krónur, og skiparin og stýrimaðurin hava fingið ávikavist 40.000 krónur, og 10.000 krónur í bót.
Tað er úrslitið, nú Føroya Rættur í dag hevur felt dóm í málinum um vanlukkuna umborð á Anitur, tá ið ein sjómaður úr Indonesia sjólætst.
Teir eru dømdir fyri at hava brotið manningarlógina, og fyri at hava brotið lógina um trygd á sjónum.
Eitt, skipari og stýrimaður eru dømdir fyri, er, at onki felags arbeiðsmál umborð. Teir báðir dugdu ikki indonesiskt og meginparturin av manningini skiltu hvørki enskt, danskt, ella føroyskt.
Teir eru eisini dømdir fyri fleiri onnur brot á lógina, men dómarin helt ikki, at grundarlag var fyri at døma teir fongsulsrevsing.
Eitt nú eru teir skuldsettir fyri ikki at hava kunnað manningina nóg væl um trygdarviðurskiftini og mannagongdir í sambandi við neyðstøður. Teir vóru eisini ákærdir fyri at hava latið órudd liggja og rósa á dekkinum í sjaskveðri, soleiðis at manningin ikki fekk arbeitt nóg væl, samstundis sumi at manningin hevði arbeitt í 16 tímar út í eitt. Teir høvdu heldur ikki knív til taks.