Aling
Tað eru ikki allir alarar, ið eru so fegnir um ta skriving, sum hevur verið um ILA-sjúkuna, ið hevur breitt seg til fleiri av okkara alibrúkum kring landið. Meðan summir vilja tosa um henda trupulleika ? eisini við atliti til verkfallið, sum tarnar tøkuni av sjúkum fiski, velja aðrir at tiga, ti teir halda, at tað tænir alivinnuni frægast.
Sosialurin hevur tosað við báðar partar í hesi vikuni.
Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við alara, sum greiddi frá, hvussu torført tað er at stríðast við ILA-sjúkuna í útbroti, samstundis sum verkfall er, og arbeiðsmegin er avmarkað.
Tað gongur seinni við tøkuni av sjúkum fiski og tann fiskurin, sum verður tikin í hesum døgum, verður frystur og ikki seldur feskur, sum hann annars hevði verið, um einki verkfall var.
Hetta gevur ein minni prís.
Skaðar marknaðin
Annar alari, Sosialurin tosaði við í gjár, heldur, at nú er nóg mikið skrivað um ILA-sjúkuna fyribils, tí skrivingin skaðar føroyska laksin á marknaðinum.
Hann sigur, at tá ið bløðini aftur og aftur skriva um ILA-sjúkuna, fara tíðindini úr Føroyum til Noregs og haðani til keyparar í eitt nú Japan og Týsklandi.
- Hetta er til bága fyri laksaútflutningin, sigur hann.