Sjúkur laksur

Stuttleikafiskimenn, sum hava veitt laks í íslendskum áum í summar, hava gjørt myndugleikarnar varugar við, at fleiri laksar tykjast vera sjúkir. Sum skilst á fjølmiðlunum er talan um eitt ella annað sjúkueyðkenni nærhendis gotinum. Tað er ikki greitt, um sjúkur laksur er í øllum íslendskum áum, men higartil hava veiðimenn fingið sjúkan laks í fleiri áum á Suðurlandinum, og myndugleikarnir kann nú, hvat bagir sjúka laksinum.