Hetta var á mangan hátt ein merkisverd grein. Her kom m. a. fram at tónleikarar skulu spæla tónleik, og ikki fáast við at skriva um politisk viðurskifti. So vita vit tað. Vóni um ikki annað at hetta uppskotið um, at skerja skrivifrælsi hjá ávísum samfelagsbólki, er eitt eindømi í Javnaðarflokkinum.
Greinskrivarin sigur eisini, at grundin til at eingin hevur svarað Hera aftur er, at ein ikki sparkar liggjandi mann. Til tað er at siga at maður, ið gevur pláss fyri innleggum á heimasíðu Javnaðarfloksins, har politiskir mótstøðumenn verða samanlíknaðir við størstu bølmenni í heimssøguni, ikki bert ríður lágt moralskt, men liggur skerflatur.
Heri hevur í fleiri førum viðgjørt retorisku armóð formann Javnaðarfloksins, tá ið hesin samanber eina politiska semju í Føroyum við krystallnáttina. Náttina, har størsta hópdráp í Evropeisku søguni byrjaði. Tann einasti trupulleikin hjá Hera er, at hann tey seinastu nógvu árini hevur búð í Svøríki, har man hevur eina meira siviliseraða politiska mentan enn her á landið, og har politiska lívið hjá floksformanni, við so út av lagið vánaligum retoriskum gávum, hevði fingið ein bráan enda.
Tað mest merkisverda í hesi grein, er at greinskrivarin spyr um nakar kann hjálpa Hera Eysturlíð, tí maðurin er sjúkur. Nú er hetta ikki so groft sum at samanlíkna politiskar mótstøðumenn og teirra avrik, við Hitler og hansara gerðir, men argumentið og hátturin eitt mál verður viðgjørt uppá, vísir manglandi skygni og minnir óhugnaliga nógv um fátøku retorisku gávurnar, ið valda í ovastu leiðslu Javnaðarfloksins.
Eftir mínum tykki er maður, ið átalar so sjúkueyðkenda politiska mentan, sum her er talan um, spilfrískur.










