?1. Bismarck-skipanin verður nevnd eftir týska ríkiskanslaranum, sum seint í 19. øld ásetti, at øll skuldu gerast limir í einum sjúkrakassa, sum so skuldi rinda teirra sjúkraútreiðslur. Í Bismarck skipanini – ella sjúkrakassaskipanini – rinda øll, rík eins og fátæk, somu upphædd inn í sjúkrakassan. Sum vit hava sæð, ikki minst her í Føroyum, virkar hendan skipan ikki væl, m.a. tí tað solidariska princippið, sum vit finna longu í miðaldarlóggávu, at tann ríki hjálpir tí fátæka, ikki er galdandi, og bæði tann einstaki og staturin noyðast at taka um endan, har sjúkrakassin ikki orkar.??2. Beveridge-skipann verður nevnd eftir bretska búskaparfrøðinginum William Beveridge, sum stovnaði hesa skipan í 1942. Eftir Beveridge- skipanini fáa øll í samfelagnum fulla sjúkrarøkt og -viðgerð uttan mun til inntøku, starv, ogn e.t. og fíggingin er solidarisk umvegis progressiva skattin.??Beveridge-skipanin er galdandi í Bretlandi, og hon hevur eisini havt sína ávirkan á Spania m.a. og ikki minst á Norðurlond. Øll Norðurlond, sum tey flestu áður nýttu Bísmark-skipanina, nýta í dag Beveridge-skipanina - øll uttan Føroyar.?
Í hesum døgum verður nýggj sjúkratryggingarskipan viðgjørd í Føroyum. Vit høvdu væntað av sitandi samgongu, at farið varð frá teirri ósolidarisku, Bismarck-skipanini og yvir til ta solidarisku skipan, sum øll hini Norðurlondini brúka. Men gakk. Alt stríðið við nýskipan hevur bert givið okkum eina nýggja, ósolidariska Bismark-skipan. Tó er tann munur, at har gamli, konservativi, týski ríkiskanslarin loyvdi fríum, demokratiskum sjúkrakassum, avtaka vit við lóg allar sjúkrakassar, og seta í staðin á stovn ein einstakan statsdirigeraðan, ósolidariskt fíggjaðan sjúkrakassa.
Soleiðis er lógaruppskotið. Sagt verður, at í viðmerkingunum til lógaruppskotið skal vera skrivað ein ætlan um at gera skipanina solidariska um nøkur ár Tað kann væl vera, men verður lógaruppskotið samtykt, verður tað lógarteksturin, sum fær gildi nú - ikki politiskar framtíðarætlanir. Tann dagin, samgongan hevur lógarfest Beveridge-skipanina í staðin fyri avoldaðu, ósolidarisku Bismark-skipanina, eigur hon rós uppiborið frá pensionistunum, men ikki ein dag fyrr. ??Vit halda okkum vera partur av Norðurlondum og av norðurlendsku vælferðarskipanini. Men hetta seinasta árið hava vit sæð eina ósolidariska áseting fyri og aðra eftir, sum dregur okkum longur og longur burtur frá norðurlendskum, solidariskum hugsjónum. Henda nýggja ósolidariska sjúkrakassaskipanin bøtir ikki um. Tvørtur ímóti er vandi fyri, at vit vera hangandi í hesi nýggju sjúkrakassaskipan í mong ár, tí sum vit so mangan hava sæð, kunnu politiskar ætlanir vísa seg at vera svikaligar.