Sjúkrasystraskúlin undir annað stýri

Helena Dam á Neystabø og Signar á Brúnni skrivaðu í gjár undir skjal, sum staðfestir, at Sjúkrasystraskúli Føroya nú ikki longur er undir Almanna- og Heilsumálastýrinum, men undir landsstýrismanninum í undirvísingarmálum. Samstundis verður farið undir almanna- og heilsuútbúgvingar

Sjúkrasystraskúli Føroya er nú fluttur frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til Undirvísingar og Mentamálastýrið.

Á samkomu fyrrapartin í gjár skrivaðu landsstýrismenninir á báðum økjum undir avtaluna.

Skúlin, sum er settur á stovn í 1960, er tann seinasti av sínum slag í Norðurlondum, sum verður fluttur undir undirvísingarverkið.


Framvegis samstarv

Høgni Joensen takkaði á samkomuni fyri seg sum skúlaráðsformaður fyri skúlan.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, bar fram røðu.

? Tað er sjálvandi við sorgblídni, at eg sum landsstýriskvinna í heilsumálum á henda hátt sigi fyrisitingarliga farvæl til sjúkrasystraskúlan. Tí vit hava altíð verið sera errin av sjúkrasystraskúlanum, og eg tori at siga, at skúlin hevur virkað væl og at tær útbúgvingar sum hann hevur kunnað givið føroyingum, hava verið á høgum støði. Tað er ongantíð sáddur nakar ivi um, at føroyskar sjúkrasystrar eru sera væl útbúnar, og hava eina góða barlast, segði Helena Dam á Neystabø.

Hon nevndi eisini, at talan er ikki um endaligt farvæl, tí samstarv verður framvegis.

? Eg vil til endans nýta høvi at minna Signar á Brúnni á, at tað verður framvegis heilsuverkið bæði tað føroyska og heilsuverkið í øðrum londum, sum skal taka ímóti teimum, sum nema sær útbúgving á sjúkrasystraskúlanum. Tað er tí umráðandi at vit varðveita eitt neyvt samstarv um, hvørji krøv eiga at verða sett útbúgvingunum, segði Helena Dam á Neystabø millum annað.

Signar á Brúnni nevndi í røðu síni, at ein felags meginregla í nútímans útbúgvingarpolitikki er tann, at útbúgvingar so vítt møguligt verða savnaðar undir einari ráðstovu.

? Í sambandi við at lógaruppskotið um almanna- og heilsuútbúgvingar varð lagt fram av nýggjum, gjørdu landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum og landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum tann 25. september 1998 av at kann møguleikarnar fyri, at Sjúkrasystraskúli Føroya skuldi kunna gerast másløki hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Aðalstjórarnir fingu til uppgávu at fyreika hetta mál og úrslitð gjørdist ein arbeiðsbólkur, ið legði fram álit í mars 1999, segði Signar á Brúnni.


Stórsinni

Við samanleggingini verður eisini sett á stovn almanna- og heilsuútbúgving og fegnaðust landstýrisfólkini um, at tað nú ikki longur verður neyðugt at fara uttanlanda at nema sær hesa útbúgving.

? Eg vil takka nevndini fyri eitt gott arbeiði. Helena Dam á Neystabø hevur í hesum sambandi víst stórsinni við at lata hesa útbúgving frá sær fyri at savna hana í eina størri eind. Eg vil nýta høvið til at takka Helenu fyri hesa avgerð hennara.

? Arbeiðsbólkuirn kom eisini til ta áhugaverdu niðurstøðu, at tað fór at bera til, at húsa báðum útbúgvingum í somu skúlaskipan. Hetta hevur verið roynt uttanlands við góðum úrsliti, segði Singar á Brúnni millum annað.


Byrja í august

Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum greiddi nærri frá ætlanunum framyvir.

Sjúkrasystraskúlin verður undir Heilsumálastýrinum eina tíð afturat og eisini í somu hølum, sum nú. Ein 5 ára avtala er gjørd um hølisviðurskiftini.

Longu eftir summarfrítíðina byrja nýggju útbúgvingarnar.

Har verður møguleiki at taka heilsuhjálparaútbúgving, ið er 1 ára útbúgving, og heilsurøktaraútbúgving, ið tekur 1 1/2 ár. Fyri báðar útbúgvingar galda 1/3 skúlagongd og 2/3 starvsvenjing.

Eisini kann ein fara víðari til sjúkrasystir hendavegin og t.d. eisini til ljósmóðir.

Petur Petersen kom inn á mongu fyrimunirnar við samstarvi. Betri nýtsla av fíggjarliga tilfeinginum, starvsfólki og annað.


Rektari og fulltrúi

Fyri framman er at seta útbúgvingarráð við 5 limum við fakligum innliti. Lýsast skal eftir rektara.

Leiðandi lærarar skulu setast til báðar útbúgvingarnar.

Nýggjur fulltrúi er settur, sum skal seta alt hetta í verk. Tað er Kristianna Jacobsen.