Sjúkrasystrarnar fáa nýggja forkvinnu

Seinastu seks árini hevur Jana H. Dalsgaard verið forkvinna í felagnum hjá føroysku sjúkrasystrunum. Tað verður hon ikki longur enn til 17. mars. Á komandi aðalfundi hjá sjúkrasystrunum um hálva triðju viku fer hon frá, og Vár í Gong tekur við sessinum for forkvinna fyri teimum umleið 800 sjúkrasystrunum.

Í lýsing á middegi í dag boðaði felagið nevniliga frá, at einki formansval verður á hesum sinni.

Orsøkin til hetta var hin einfalda, at verandi formaður ikki ynskti at halda fram í hesum starvinum.

Hinvegin hevur nýggja forkvinnan í útvarpinum boðað frá nøkrum av ætlanum sínum fyri felagið.

Í hesi samrøðuni greiddi Vár frá ynski sínum at gera felagið meiri opið og tíðarhóskandi, eins og hon vísti á tað neyðuga í at samstarva meiri við aðrar fakbólkar.

Aðalfundurin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum verður leygardagin 17. mars.