Nýggir búnar eru ávegis til sjúkrasystrar í Danmark, tí kanningar vísar, at starvsfólkini á sjúkrahúsunum ynskja minni "sexut" klæði.
Tað vísir seg, at sjúkrasystrar í Danmark uppliva óhóskandi atburð, og tað eru partvíst búnarnir, sum hava ábyrgdina av hesum.
Danska Sjúkrasysturráðið heldur tað vera gleðiligt, at búnarnir nú vera skiftir út.
- Eg haldi tað vera sera jaligt, tí tað er eitt stórt ynski millum sjúkrasystrar um, at fáa nýggjar búnar, sum fjala betri og ikki eru gjøgnumskygdir, sigur Dorte Steenberg, næstforkvinna í felagnum, við heimasíðuna hjá DR.
Les meira um málið her:










