Sjúkrasystrar nøgdar við nýggja sáttmálan

- Men tað merkir tó ikki, at vit halda, at lønin er nóg góð enn, sigur formaðurin í Sjúkrasystrafelag Føroya, Jana H. Dalsgaard.

Sáttmálaviðurskifti

9. oktober kl. 18.30 undirskrivaðu Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið nýggjan sáttmála millum partarnar.
Semjan byggir á ein lønarkarm sum sigur, at lønin hjá sjúkrasystrunum hækkar 6,5% 1. mars 2002 og 3% 1. mars 2003 ? ella tilsamans 9,5% frá 1. mars í ár til 1. oktober komandi ár.
- Vit prioritera soleiðis, at størsta hækkingin kemur uppá grundlønina, tí hendan er so nógv afturútsigld. Grundlønin hækkar 1. mars 2002 við 5,394% og við 3,226% 1. mars 2003.
Jana sigur, at byrjunarlønin hjá teimum, sum eru á lægsta stigi, hevur verið 17.960 og er nú 19.023. Hendan hækkar so aftur 1. mars komandi ár.

Ábyrgd og førleiki
- Sáttmálin byggir á, at tað skal loysa seg at menna sín førleika ? at útbúgva seg og at taka ábyrgd. Vit halda tað vera rætt, at lønin eisini er í samsvar við ábyrgd og førleika hjá okkara limum, og tí byggir ein partur av nýggja sáttmálanum á viðbøtur. Tað skal loysa seg at útbúgva seg meira og taka eftirútbúgvingar, sigur Jana.
Hon sigur, at arbeiðsumstøðurnar hjá sjúkrasystrunum við eitt nú ólagaligum arbeiðstíðum vóru eisini viðgjørdar undir samráðingunum, og her samráðast sjúkrasystrarnar saman við hinum feløgunum á økinum
- Hesi viðurskifti eru ikki komin uppá pláss enn, men tey eru ávegis.

Nøgdar
Jana H. Dalsgaard heldur ikki, at sjúkrasystrarnar fáa nógv góða løn enn.
- Vit hava verið langt afturútsigldar, men nýggi sáttmálin er eitt stig á leiðini, sum vit eru nøgd við, sigur hon.
Samráðingarnar millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið hava tikið langa tíð.
- Vit løgdu okkara lønarkrøv fram síðst í apríl, og í mai og juni vóru nakrir fundir millum partarnar. Síðan kom summarsteðgurin. Samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur, 27. august, og síðan tá hevur samband verið millum partarnar. Men dagin eftir, at vit sessaðust aftur, stóð í botni, og tá var nær við, at tað slitnaði millum partarnar, sigur forma_urin, Jana H. Dalsgaard.
Nýggi sáttmálin hjá sjúkrasystrunum er galdandi til, 1. oktober 2003.