Navnabroyting
Á eykaaðalfundi hjá Sjúkrasystrafelag Føroya í dag, sum byrjar á Hotel Hafnia kl. 14, fer felagið at viðgera innkomin uppskot um nýtt navn til felagið.
Á aðalfundi felagsins í mars vóru fleiri ítøkilig uppskot um nýtt navn, og tá varð eisini samtykt, at felagið skuldi broyta navn og ikki longur bera heitið "systrar" uppi í navninum.
Aðalfundurin gav tá nevndini heimild at arbeiða víðari við málinum, og heitti felagið tí á limirnar um at koma við enn fleiri uppskotum.
Freistin at senda navnauppskot inn var úti, 20. september, og formaður felagsins, Jana H. Dalsgaard, sigur, at eykaaðalfundurin í dag hevur nógv uppskot at taka støðu til.
- Í dag verður so avgjørt, hvussu felagið fer at eita í framtíðini, sigur hon.
Nýggj lóg, nýggj útbúgving
Jana sigur, at orsøkin til navnabroytingina er, at arbeitt verður við nýggjari lóg fyri sjúkrasystraútbúgvingina, og í hesum sambandi er ætlanin at fáa nýggja navnið við í lógina frá byrjan.
- Uppskotið um nýggja sjúkrasystraútbúgving, sum skal vera á universitetsstøði ella bachelorstøði, er farið til løgtingið, og ætlandi byrjar útbúgvingin eftir nýggju lógini til várs.
Jana sigur, at felagið vil sleppa burtur úr heitinum "systrar", tí tað eru jú eisini menn, sum hava hesa útbúgving.
- Í Norðurlondum, er tað bara í Føroyum, at orðið "systrar" hongur uppi í navninum, og hetta er kanska við til at halda monnum aftur og harvið avmarka tilgongdina, sigur hon.
Jana H. Dalsgaard leggur tó dent á, at tað er felagið sjálvt, sum vil hava navnið broytt.