Tað er ein mánaði síðan, at sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, gavst. Eftir sjey mánaðir í starvinum, segði hon upp av persónligum orsøkum. Hon fór stutt eftir, og síðan hevur eingin sjúkrarøktarstjóri rikið starvið.
Í gjár varpaði blaðið ljós á trupulleikan, har forkvinnan í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Vár í Gong, undraðist á, at Landssjúkrahúsið ikki hevur lýst eftir nýggjum sjúkrarøktarstjóra. Eingin viðmerking fekst í gjár frá Landssjúkrahúsinum ella heilsumálaráðnum. Í dag sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, at leiðslan seinastu tíðina hevur vigað fyri og í móti, um starvið skal setast aftur.
- Vit hava seinastu tíðina diskuterað, um hetta starvið skal setast aftur. Nú hava vit so avgjørt, at seta starvið aftur. Spurningurin er bara hvussu. Um vit skulu royna at finna fólk innanhýsis, ella um vit skulu í holt við at lýsa eftir stjóra, sigur Allan Skaalum.
Landssjúkrahúsleiðslan hevur verið í dialogi við heilsumálaráðið um málið, og ynskið frá sjúkrahúsleiðsluni er at fáa starvið sett skjótast til ber. Tí eingin stjóri hevur verið í ein mánaða, og roknast kann við at tað tekur eina løtu at finna ein nýggjan.
- Absolutt er tað harmiligt, at eingin sjúkrarøktarstjóri er á Landssjúkrahúsinum. Vit hava verið noydd til at leggja uppgávurnar á aðrar leiðarar og sjúkrarøktarfrøðingar, nú eingin stjóri hevur verið. Tí ynskja vit at seta ein nýggja sjúkrarøktarstjóra skjótast gjørligt, sigur sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum.










