Sjúkrasystrar eru fyri kynsligum ágangi

Ein donsk kanning vísir, at áttanda hvør sjúkrasystir er fyri óynsktum kynsligum ágangi í sínum arbeiði

Kynsligur ágangur

Flirt, "sjoflar" viðmerkingar, ónærisligar søgur og óneyðug nerting eru partur av tí, sum sjúkrasystrar í Danmark eru úti fyri í sínum starvi.
Í eini nýggjari kanning, sum danska blaðið, Sygeplejersken, hevur gjørt, svara 13% av teimum spurdu sjúkrasystrunum "ja" til, at tær eina ella fleiri ferðir hava verið úti fyri óynsktum seksuellum ágangi - ella "schikanu", sum hevur verið útyvir tey mørk, tær seta.
18% av sjúkrasystrunum siga, at tær vita um, at teirra starvsfelagar hava kent seg seksuelt ágingnar á arbeiðsplássinum.
2200 spurnarbløð vórðu send út til sjúkrasystrar um alt landið. 988 (45%)av teimum 2200 svaraðu spurningunum. Bert ein triðingur av teimum, sum vóru fyri ágangi, "handlaðu" í støðuni og forsvaraðu seg móti tí, tær upplivdu sum fysiskan ella sálarligan kynsligan ágang.
Fleiri av teimum, sum svaraðu, siga, at tær liggja undir "mytuni" um, at sjúkrasystrar eru fryntligar - og somuleiðis undir hugburðinum um, at tað er í lagi at siga eitt hvørt um teirra ósjónd.
Dømini um, hvat sjúkrasystrar kenna sum seksuellan ágang, snúgva seg um alt frá orðunum "Hej skat", óynskt at vera til undran í sínum arbeiði til óbehagiligar fysiskar nertingar.
Tað eru sjúklingar, avvarðandi hjá sjúklingum, starvsfelagar og leiðarar, sum fremja ágangin móti sjúkrasystrunum, harav sjúklingarnir eru størsti bólkurin.