Sjúkrasystir í New York í 37 ár

Hóast hon ikki dugdi málið og ikki visti, hvussu heilsuverkið virkaði, eydnaðist tað Inger Mortensen at fáa góð arbeiðsár í einum av heimsins størsta høvuðastaði

Á hvørjum árini vitja føroyingar í útlegd heimaftur. Millum teirra ið komu hendavgein í ár, var 65 ára gamla Inger Mortensen, sum hevur búð og arbeitt í New York síðani 1968.
Hon er úr Klaksvík, dóttur Olevinu og Dia Rasmussen, sum ikki eru longur. Inger var einasta dóttur og átti tveir beiggjar. Nú er bert ein eftir.
Tað var ikki við longu útferðini fyri eyga, at Inger fór til Danmarkar at læra til sjúkrasystur í 1961. Har hitti hon unga danan Bent Mortensen av Bornholm. Hann var beiggi eina vinkonu, sum hon lærdi saman við. Bent Mortensen var møbilsnikkari og arbeiddi á kendu Frits Hansen møbilfyritøkuni, sum m.a. smíðaði møblarnir hjá eitt nú Piet Hein og Arne Jacobsen, víðkendu donsku arkitektunum.
Av tí at hesar búnýtir gjørdust kendar um heimin og eisini í USA, hevði Frits Hansen fyritøkan deild í New York, har Bent Mortensen varð sendur út at arbeiða.
- Eg hevði ongan hug at fara til USA og noktaði einar tvær ferðir at fara. At enda góðtók eg tað kortini, men legði Bent eina við, at vit bert skuldu vera har í tvey ár, sigur Inger Mortensen, og leggur aftrat, at tey vóru forlovað um hetta mundið.
Hjúnini komu ongantíð heimaftur. Nú eru bæði pensionistar og búgva í egnum sethúsum á Long Island, umleið 30 km frá Manhattan í New York.
Árið eftir í at tey vóru komin til USA giftust Inger og Bent í 1969 í donsku sjómanskirkjuni í New Yoyrk. Í 1970 fingu tey sonin Dia, sum er einkarbarn teirra.



Fór heim at eiga
- Tá eg skuldi eiga, fór eg heim til mammu og pápa í Klaksvík, av tí at eg vildi at barnið skuldi vera føroyingur, sigur Inger. Hon og maðurin hava havt tætt tilknýti til Danmark og Føroyar øll árini og hava vitjað heima á hvørjum ári.
Í ár vóru kortini liðin fimm ár síðani tey vóru heima í Føroyum seinast. Tá doyði pápi Inger, eftir at hava verið einkjumaður nøkur ár.
- Hvussu var at fóta sær í stórbýnum New Yoyrk?
- Tað var sjálvandi spennandi og øðrvísi og enn alt annað vit høvdu upplivað áður. Vit vóru ung og hugsaðu ikki so nógv tað, hóast vit ikki dugdu stórvegis enskt. Sum ungfólk flest tóku vit alt til okkum beinanvegin. Vit lærdu danir í New York at kenna, sum hjálptu okkum at fóta okkum í øllum hesum nýggja, sum var fullkomiliga ókent fyri okkum.
- Áðrenn vit fóru hevði eg søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi, og kundi fara til arbeiðis beinanvegin
- Ein dagin setti ein vinmaður okkara seg at hyggja í bløðini, fyri at vita um sjúkrahús var nærindis har vit búðu. Hann ringdi til sjúkrahúsið og spurdi um arbeiði fyri meg.
- Eg varð biðin um at koma til starvssamrøðu. Bert lítið prát og eg fekk starv á bráðfangis skurðdeildini. Tað var ikki lætt í byrjanini, av tí at starvsøkið var so nógv øðrvísi enn í Danmark, har eg arbeiddi á lungnadeildini á Hillerød Hospitali. Hartil kom, at eg ikki dugdi málið serliga væl.
Til arbeiðis við orðabók
- Eg var tó ikki bangin fyri at spyrja starvsfelagarnar, sum tóku ómetaliga væl ímóti mær. Teir vóru úr øllum heiminum - úr Korea, Kina, Philipsoyggjunum, Indien, Haiti og Týsklandi, bert fyri at nevna dømi. Tá eg fór til arbeiðis hevði eg orðabókina við, og lærdi málið eftir stuttari tíð, sigur Inger Mortensen.
- Eg starvaðist á sokallaðum almennum sjúkrahúsi, sum merkir, at allir sjúklingar fáa viðgerð, um tey hava sjúkratrygging ella ikki.
- Í fyrisitingini á sjúkrahúsinum eru nógv starvsfólk, sum hava til uppgávu at tosa við sjúklingarnir. Ein ráðgevi er, sum kannar sjúkratrygging og tílíkt. Eru sjúklingarnir ikki tryggjaðir, eru sosialráðgevar á staðnum, sum søkja um fíggjarliga hjálp fyri tey, sum ikki kunnu gjalda rokningina. Sostatt fáa øll somu viðgerð á sjúkrahúsinum.
Sjúkrasystrarnar á hesi deildini starvaðust eisini á øðrum deildum av og á, og Inger fór m.a.a á skaðastovuna at arbeiða. Í New York er nógvur kriminalitetur og fólk komu inn sum vóru skotin, stungin við knívi og bukað.
Spurd um tað ikki var ógvuslig broyting at arbeiða undir hesum umstøðunum, sigur Inger, at tað hugsaði hon sjálvandi um og var eisini bangin við hvørt, men arbeiðið skuldi gerast.
- Tá tú er ung, tekur tú broyttu umstøðurnar til tín, annars hevði tað als ikki borið til, sigur Inger Mortensen, sum letur tankarnar ferðast aftur til tíðina, tá hon, áðrenn hon fór undir útbúgving, var hjálparnæmingur á sjúkrahúsinum í Klaksvík seinast í fimtiárunum:
- Tá vóru vit tvær um at reiða eina song hjá sjúklingum, sum ikki vóru serliga ússaligir.
- Um arbeiðið sum sjúkrasystir í byrjanini og nú hon er givin at arbeiða, sigur Inger Mortensen, at tað var so nógv øðrvísi í dag, nú teknologiska framgongdin við amboðum og ansingartólum hevur yvirtikið stóran part av arbeiðnum.
- Fólk verða eisini meira viðgjørd í dag. Serliga tey, sum fáa heilabløðing og blóðtøpp fáa skurðviðgerðir og eru undir stórum eftirliti.Vit hava nógvar neurologiskar skurðlæknar á sjúkrahúsinum har eg arbeiddi, umframt almenna- og ortopediskar skurðlæknar.
Yvirgangsálopið
Í samband við teknologisku menningina í arbeiðnum, verða sjúkrasystrar sendar á skeið so hvørt sum nýggjur heilivágur og tól koma fram. Tað kann vera fleiri ferðirum árið, men eina ferð árliga fara læknar og sjúkrasystrar saman á skeið.
Tað vildi so til, at Inger saman við hinum starvsfólkunum fór á skeið um morgunin tann 11. september 2001, tá skelkandi yvirgangsrálopini vóru í USA og tá Twin Towers bygningarnir rapaðu.
- Vit vóru eini 20 læknar og sjúkrasystrar, sum henda morgunin kl. átta fóru á skeið umleið 20 km frá Twin Towers. Vit fingu at vita um hendingina, men hildu fram við skeiðnum til á middegi, tá vit fingu boð um um at fara á vanlukkustaðið at hjálpa til. Eg hevði ongan hug at fara, men tað var eingin bøn.
- Tað var annars ein góður dagur sólskinsdagur, men ein óhugnaligur dámur var yvir øllum, tá vit komu í miðbýin, har alt varð steðað upp. Tá vit hugdu higar tornini høvdu staðið, var bert svartur roykur. Eg fái enn gásarhold, tá eg tosi um vanlukkuna, sigur Inger Mortensen
- Vit vóru koyrd í ein buss og førd til eitt sjúkrahús á Manhattan, har vit sótu og bíðaðu í tríggjar tímar. Tá tað ikki komu fleiri sjúklingar inn, vóru vit koyrd heimaftur.
Um orsøkina til at Inger aftraði seg at fara til arbeiðis á vanlukkustaðnum, kom av, at sonurin Dia, sum er deildarleiðari í einum reingerðarfyritøku, hevði arbeitt í øðrum bygninginum og hevði nógvar starvsfelagar har. Stutt áðrenn álopini var hann fluttur í aðrar deild í New York at arbeiða.
- Hann kendi nógv av teimum, sum lótu lív, sigur Inger.
Viðurskiftini eru nógv broytt í USA, viðvíkjandi trygdini. Nú kunnu fólk næstan ongastaðni ferðast uttan at tey verða kannað. Løgreglan er allastaðni.
Eftirlit gevur tryggleika
- Hvussu ávirkar tað gerandisdagin hjá tykkum?
Broytingin er komin spakuliga, við løgreglueftirliti á tokstøðum og almenninum bygningum og í gøtunum. Tað er sum í lufthavnum. Tá eg herfyri skuldi fara inn á sjúkrahúsið eitt ørindi, varð eg kannað í eftirlitstólinum. Í taskuni hevði eg ein saks, men hann varð tikin frá mær, merktur við navni o.s.fr.. Tá eg fór útaftur, fekk eg saksin aftur, sigur Inger, sum heldur tað vera í lagi, at eftirlit er, og at fólk á henda hátt kenna seg tryggari.
Tað hevur júst verið 4. juli hald í New York, og tá er vanligt at býurin skipar fyri stórum fýrverki. Inger og maðurin høvdu vitjan úr Danmark, og tey fóru inn í býin at hyggja hetta kvøldið.
- Har vóru fleiri 100 túsund fólk samlaði. Nógvar løgreglu forðingar vóru, sum fólk skuldu ígjøgnum og taskur og tílíkt varð kannað, áðrenn vit sluppu inn. Alt gekk friðarliga fyri seg, og vit høvdu eina hugnaliga løtu, sigur Inger.
- Er tú ongantíð ótrygg ella bangin um gongdina í samfelagnum í USA?
- Tað virkaði ógvusligt í byrjanini, men tað, at nógv løgreglufólk eru sakar ongan. Her er alt friðarligt og viðvíkjandi eftirliti og øðrum, so verður tað eisini ein vani sum frálíður, sigur Inger Mortensen.
Føroyingur og dani
Nú eru Inger og Bent Mortensen pensionistar og Inger hevur stundir at fjálga um urtagarðin, sum henni dámar sera væl. Hon skilir ikki at hon hevur havt tíð at fara til arbeiðis, tí hon hevur eins nógv er at gera, nú hon er givin at arbeiða sum sjúkrasystur.
Spurd um hon kennir seg sum føroying ella er vorðin amerikansk av at búgva í USA øll hesi árini, svarar Inger kvikliga: - Eg eri føroyingur, men eisini nógv merkt av at hava danskan mann. Vit hava eitt bein í hvørjum landi okkara.
Hon veit ikki, hvussu verður í framtíðini, um tey flyta aftur um hav og kanska fara at búgva á Bornholm, har maðurin er ættaður. Sonurin Dia er giftur við kvinnu úr Japan, og hann hevur gjørt av at verða verandi í USA.
- Tað er torført at taka støðu til. Nú hava vit sett okkum spurningin í 40 ár, men framvegis ikki komin til nakra niðurstøðu, sigur Inger.
- Vanliga fólkið her eru ógvuliga vinsæl og fyrikomandi - og góð av sær, eins og føroyingar, sigur Inger Mortensen.
Nú foreldrini hjá Inger bæði eru farin, verður ikki vitjað eins ofta í Føroyum sum áður, men fyribils búgva tey á Long Island, har sonurin og konan búgva nærindis. Tey hava góður umstøður og trívast væl.