Sjúkrarøktarfrøðingafelagið fegnast, nú ein fyribilssjúkrarøktarstjóri er sett. Hon er tó ikki longur sjúkrarøktarstjóri, men varastjóri, tí ein navnabroyting er farin fram, men uppgávan er framvegis tann sama.
- Tað er gleðiligt, at onkur er komin í handan sessin, ið hevur staðið tómur ov leingi, sigur Vár í Gong. Hon vísir tó á, at enn er ov tíðliga at siga ov nógv um nýggja bygnaðin, tí hann er so nýggjur, og vit enn ikki hava sæð avleiðingarnar av honum.
Tikin upp á ráð
Nógv stríð hevur verið um júst hendan sessin, og Vár í Gong vísir á, at tað ongantíð hevur verið ætlanin hjá felagnum at vera áloypandi, men at tey hava kent seg eitt sindur uttanfyri ætlanirnar, og tí vóru tey kedd av.
- Nú sær út til, at aðrir bollar eru komnir í suppuna, og vit hava eisini fingið at vita at verða aðrar broytingar gjørdar, so verða vit upplýst um tað, umframt, at vit hava fingið at vita, at starvið verður lýst leyst. Men vit anda ikki lættan, fyrr enn ein persónur er fastsettur í hatta starvið, sigur Vár í Gong.
Somuleiðis greiðir hon frá, at tað vóru gomlu ætlanirnar við bygnaðinum, sum nú eru sleptar, ið vóru ein trupulleiki.
Navnabroyting
Vár í Gong hevur heldur onki ímóti, at navnabroytingar eru gjørdar innan bygnaðin.
- Um hetta kann gera samstarvið betri, og hava við sær, at fólk kenna seg betri í leiðsluni, so síggja vit tað bara sum ein fyrimun, sigur Vár í Gong. Hon leggur afturat, at ein onnur orsøk til, at tey kunnu góðtaka hesa ætlan er, at hetta er leiðslubygnaður, ið eisini verður nýttur í øðrum londum, har tað vísir seg at fungera væl.
Hon greiðir somuleiðis frá, at tey sum heild eru spent uppá hendan nýggja bygnaðin, men at tað enn er ov tíðliga at staðfesta, um hann er ein fyrimunur ella ein vansi.
Børnini við nógvum nøvnum
Nakrar navnabroytingar fara eisini fram, nú bygnaðarligar broytingar verða gjørdar í sjúkrahúsverkinum. Sjúkrarøktarstjórin og læknastjórin eita nú varastjórar, men funktiónin er júst tann sama. Harumframt eita leiðararnir á sjúkrahúsunum í Suðuroy og í Klaksvík ikki longur umsjónarmenn, men sjúkrahússtjórar.
Somuleiðis er Bente Wennerberg sett sum menningarstjóri. Hetta er eitt nýtt starv.