Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er kjarnin í virkseminum at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar og at skipa fyri eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsustarvsfólkum.
Tað er bert ein sjúkrarøktarfrøðingaskúli í Føroyum, og hann er í Havn. Ùtbúgvingin var broytt fyri tíð síðani, soleiðis, at hon nú er ein bachelorútbúgving.
Skúlatíðin, sum er 4 ár, er býtt upp í 8 lestrarhálvur, sum so aftur eru býttar sundur í ein praktiskan part og ein ástøðiligan part. Fyrst verður gingið í skúla, og so verður farið út á til dømis sjúkrahús og røktarheim at nýta tað í praksis, sum teoriin hevur verið um.
Næmingar verða tiknir inn einaferð um árið, og undirvísingin byrjar umleið 1. februar á hvørjum ári. Umsóknarfreistin er fyrst í november, og bert ein flokkur, 22 næmingar, verða tiknir inn um árið. Á skúlanum eru 10 lærarar, 2 skrivarar og umleið 80 lesandi tilsamans.
Sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur tú nógvar møguleikar at útbúgva teg víðari og eisini at arbeiða uttanlands. Eisini er møguleiki at fara uttanlands í praktikk, og tað eru nógv, ið nýta henda møguleika.
Heimasíða www.srfs.fo