Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sigur í morgun við Kringvarpið, at nú eru flestu sjúklingarnir frá songjadeildini útskrivaðir. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tó fingið undantaksstøðu og hevur til í morgin loyvi til at hava tveir sjúkrarøktarfrøðingar á deildini, og í leypi av degnum ætlar sjúkrahússtjórin at spyrja felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, um tað ber til at halda fram við tí.
Sjúklingarnir, sum eru útskrivaðir, eru farnir til hús. Heri Ellingsgaard sigur, at tey hava tikið stig til at fáa aðrar loysnir til hesi fólkini, sum nú eru heima við hús. Eitt nú verða heimahjálpirnar bidnar um at hjálpa til.
Klaksvíkar Sjúkrahús er serstakliga hart rakt, nú verkfallið heldur fram, og Heri Ellingsgaard sigur, at um man fær undantaksloyvi til at hava nóg nógvar hendur til tey, sum eftir eru á sjúkrahúsinum, so er tað forsvarligt.
– Tað óforsvarliga liggur í, at man avlýsur so nógv rundan um, og so hópar tað seg upp í hinum endanum. So verður ólag á sjúkrahúsinum í eina tíð, sigur Heri Ellingsgaard við Kringvarpið. Hann dugir ikki at siga, hvussu leingi sjúkrahúsið klárar at liva við aktuellu støðuni.
Meira um verkfallið nú fyrrapartin á in.fo










