Tað er als eingin vissa fyri, at danir, sum fáa sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingar, fáa nakað arbeiði, tá útbúgvingin er liðug. Fyri tveimum árum síðani var tað bara ein av hvørjum 100 nýútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum, sum ikki fekk arbeiði, men nú eru tað ein av hvørjum 20, sum ikki fær starv. Tað sama er galdandi fyri lærarar og námsfrøðingar.
Tað er heldur einki, sum bendir á, at tað verður nakað lættari at fáa arbeiði ta fyrstu tíðina. Stjórnin og kommunurnar hava avtalað, at útreiðslurnar skulu ikki veksa næsta ár, og tað fer neyvan at gagna teimum nýútbúnu, skrivar DR.










