Sjúkrakassabókin skal liggja saman við passinum

Oyggjaleikalæknin heitir á føroysku luttakararnar um sjálvar at kanna eftir, um møguligur heilivágur, sum teir taka, er á dopinglistanum

HEILSAN

Fyri vánirnar at standa seg væl í kappingini, hevur tað avgerandi týdning, at heilsustøðan er góð. Tað ber ikki til heilt at verja seg fyri búkilsku, sjúkum í andaleiðini og øðrum, sum kann bera við sær, at full nytta ikki fæst burturúr nógvari og dyggari venjing.
Men Sølvi Winther Olsen, sum aftur hesa ferð er liðlækni hjá føroyska ferðalagnum, hevur á heimasíðuni hjá føroyska Oyggjaleikanevndini vegleiðingar, sum - um tær verða fylgdar - eru gagnligar fyri tann einstaka, liðini og harvið føroyingar og Føroyar.
Ein av stóru ampunum er altíð vandin fyri dopingákærum. At byrgja fyri hesum er fyrst og fremst ábyrgdin hjá tí einstaka. Um tað er so, at onkur av føroysku luttakarunum tekur heilivág av onkrum slagi, so eigur viðkomandi á heimasíðuni doping.dk at finna út av, um heilivágurin er á dopinglistanum. Um talan er um heilivág, sum er á listanum, so skal tað, sum nevnist TUE, skrivast. Talan er um tveir formularar, sum luttakarin eigur at fáa kommunulæknan at skriva og síðani at fáa liðlæknanum. Sølvi Winther Olsen útskrivar so loyvi at nýta medisinið.
Sjálvandi er tað alneyðugt, at hetta verður tikið í fullum álvara. Tað nyttar einki eftir dopingroynd, sum vísir seg at vera negativ, at siga, at talan ikki var um doping, men um medisin, sum hevur verið tikið leingi. Tað skal skrásetast hjá liðlæknanum.
Sølvi Winther Olsen undirstrikar týdningin av, at føroysku luttakararnir hava sín egna heilivág við sær. Tað ber ikki føroyska læknanum til at skriva resept til hetlendsk apotek.
Sammett við tær ferðirnar, tá ið Oyggjaleikirnir hava verið longri suðuri í Europa, har tað er væl heitari, enn tað er í Hetlandi, so er hesa ferð ikki neyðugt at hugsa so nógv um vætuviðgerð. Men liðlæknin heitir í sínum vegleiðingum á luttakararnar um at syrgja fyri vanligu vætuviðgerðini, sum hon plagar at vera í sambandi við dystir.
Læknin undirstrikar eisini týdningin av, at luttakararnir eta og drekka eftir dystirnar. Maturin og drykkirnir skulu innihalda nógv sukur, og hetta skal konsumerast ein til tríggjar tímar eftir lokið avrik.
Tá ið tað verður vant og kappast á vallum og í hallum lúrir vandin fyri skaðum altíð. Eitt lið av læknum og fysioterapeutum taka sær av oyggjaleikaluttakarunum. Tað ber til at venda sær til teirra, og um tað verður neyðugt at fara á sjúkrahús, so verður tað ivaleyst við sjúkraflutningsbili. Royndirnar siga, at luttakararnir sjálvir mugu syrgja fyri at koma til hús aftur. Tí er skilagott at hava nøkur oyru til taksabil uppi á sær.
Føroyar og Stórabretland hava sáttmála um samstarv í sjúkrakassasamanhangi. Tí heitir liðlæknin á allar luttakararnar um saman við passinum at hava sjúkrakassaprógv við sær.
Og so vísir læknin á vanda, sum lúrir, og sum kann gerast orsøk til ikki optimal avrik, um tað ikki verður ansað nóg væl eftir:
Føroysku luttakararnir skulu búgva umborð á einum skipi. Har er air condition ein trupulleiki. Nógvi gjøsturin økir um møguleikan fyri forkølilsi og øðrum sjúkum í andaleiðini. Tað ræður um hjá tí einstaka at ansa eftir hesum.