Sjúkrahúsverkið svíður fyri pensjónunum

Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er 0,3 milliónir lægri í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 enn játtanin í 1999. Orsøkina sigur heilsumálaráðharrin vera, at pensjónirnar skulu hækka

Fullveldisfíggjarlógin hevur givið almanna- og heilsumálaráðharranum trongar fíggjarligar karmar at arbeiða undir. Og tá hon hevur sett sær fyri, at pensjónirnar skulu hækka samstundis sum meira skal gerast við eldraøkið og serstovnaøkið, fær hetta avleiðingar fyri játtanina til sjúkrahúsverkið.

Í Fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 stendur Landssjúkrahúsið til eina játtan á 232.176.000 krónur. Játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús er sett til 29.020.000 og játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er sett til 38.471.000 krónur. Men verða hesi tølini samanborin við játtanina fyri 1999, so sæst, at tað ikki er sjúkrahúsverkið sum heild, men Klaksvíkar Sjúkrahús, ið merkir avleiðingarnar av, at pensjónirnar skulu hækka.

Ætlaða rakstrarjáttanin til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri ár 2000 er nevniliga 374.000 krónur lægri enn játtanin fyri 1999, meðan ætlaðu játtaninar til Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús ávikavist eru 12.299.000 og 1.572.000 krónur hægri enn játtaninar fyri 1999.


Minst akuttur skaði

Helena Dam á Neystabø sigur, at orsøkin til, at sparingin er framd í Klaksvík er, at har ger hon minstan akuttan skaða. Hon vísir á, at Klaksvíkar Sjúkrahús vanliga hevur eina játtan, ið er 12 milliónir hægri enn tann fyri Suðuroyar Sjúkrahús samstundis, sum sama fólkatalsgrundarlag er fyri teimum báðum sjúkrahúsunum. Tískil metir hon skilabestu raðfestingina vera at fremja sparingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Her heldur hon nevniliga, at sparingin fer at gera minst skaða.

? Eg dugi ikki at síggja nakað annað val enn at fremja sparingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Har haldi eg nevniliga, at sparingin hevur minstan akuttan skaða við sær, sigur Helena Dam á Neytstabø, ið ásannar, at einki av teimum trimum sjúkrahúsunum fær fulla kompensatión fyri lønir og rakstur í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000.


Eldraøkið liggur á láni

Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum er ikki fegin um at fremja sparingarnar innan sjúkrahúsverkið. Men hon vísir á, at nógv liggur á láni at verða framt innan eldráøkið. Bíðilistarnir til røktarheimspláss leingjast alsamt, meðan eingir bíðilistar eru á sjúkrahúsunum. Tí heldur hon, at eldraøkið í hesum føri eigur at takast fram um sjúkrahúsverkið. Fíggjarligi karmurin, hon hevur fingið at arbeiða eftir, er nevniliga ógvuliga avmarkaður, og tí má raðfestast.


Kann rationaliserast

Helena Dam á Neystabø er sannførd um, at tað ber til at rationalisera føroyska sjúkrahúsverkið. Hon vísir eins flerir ferðir áður á, at dupultfunktiónir í ov stóran mun koma fyri millum tey trý føroysku sjúkrahúsini, og heldur hon, at um hesar dupultfunktiónir verða foreinklaðar, fer at bera til at spara penig á sjúrahúsøkinum, uttan at hetta fer at føra til verri tænastu.

Men landsstýriskvinnan vísir á, at neyðugt er hjá fólkunum innan sjúkrahúsverkið at seta seg niður at viðgera hetta gjølla, so rationaliseringin verður framd á bestan hátt. Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað er heilt vanligt at fremja slíkar rationaliseringar innan sjúkrahúsverkið kring allan heim.


Bíðar eftir útspæli

Helena Dam á Neystbø sigur seg ikki kunna svara fyri, hvørjar avleiðingar sparingarnar koma at hava fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Hon vil heldur bíða eftir, hvørjar viðmerkingar stovnarnir sjálvir koma við til fíggjarlógaruppskotið.

Landsstýriskvinnan sigur tó, at eftir hennara tykki er ikki neyðugt við uppsagnum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um rætt verður rationaliserað.

Helena Dam á Neystabø staðfestir at enda, at hon heldur vil spara innan sjúkrahúsverkið enn á eldraøkinum, og heldur hon, at best er at spara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí ikki er neyðugt, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal liggja so nógv oman fyri Suðuroyar Sjúkrahús.