Ingolf S. Olsen
Vit hava eina sjúkrahúslóg, sum Løgtingið hevur samtykt, og sum sigur, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum. Tí er tað burturvið áhaldandi at tosa um nakað annað ella at royna brongla lógina við at krevja eina leiðslu fyri øll sjúkrahúsini.
Tað heldur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum eisini vil halda fast um, at tey smáu sjúkrahúsini skulu hava teirra sergreinar.
Ortopedi síðani 1971
- Tað má verða ein beinleiðis avleiðing av lógini og politiska ynskinum um trý sjúkrahús, tí skulu tey smáu sjúkrahúsini hava nakran møguleika at yvirliva og fáa læknar í starv, so mugu tey hava sergreinar, sigur hann og minnir á, at Klaksvíkar Sjúkrahús byrjaði upp á ortopedskurðviðgerðir longu í 1971.
- Tað bleiv gjørt her, tí tey vildu ikki hava sergreinina í Havn, sigur sjúkrahússtjórin í Klaksvík.
Men sjúkrahúsini mangla eina greiða politiskt grundfesta ætlan at arbeiða eftir, heldur hann.
- Politikararnir mugu eftir hollari fakligari ráðgeving gera av, hvørjar viðgerðir, vit sjálvi skulu megna í Føroyum, hvørjar viðgerðir, vit skulu keypa okkum serlæknahjáp til uttaneftir, og hvørjar viðgerðir, vit ikki skulu hava, men heldur senda sjúklingarnar av landinum at fáa. Eg haldi, at samstarvið millum sjúkrahúsini riggar væl, men vit mangla hetta amboðið til at fáa alt sjúkrahúsverkið at virka væl, sigur hann.
Egna eftir læknum
Heri Ellingsgaard hevur somu hugsan sum Tummas í Garði um, at tað ræður um at bera seg rætt at fyri at fáa sum mest burtur úr støðuni, nu umleið 100 føroyingar eru í ferð við at útbúgva seg til lækna.
- Júst fyri teir vil tað hava stóran týdning at vita, hvøjum viðgerðum vit leggja okkum eftir at hava her heima. Sum er er útboðið lítið, og vit mugu taka teir serlæknar, vit kunnu fáa. Men um ein hópur av føroyskum læknalesandi fær at vita, hvørjar viðgerðir føroysku sjúkrahúsini ætla at satsa upp á, so skal tað undra meg nógv, um ikki fleiri teirra fara at tilrættisleggja teir sergreinaval eftir tí, sigur hann.
Sjúkrahússtjórin í Klaksvík tekur undir við sjónarmiðunum hjá sínum yvirlækna, Jákupi Petersen, um, at tað er nærleikareglan, sum er tilverugrundarlagið hjá teimum smáu sjúkrahúsunum.
- Tað verður tosað um samanleggingar og felags leiðslu, men kanska skuldu tað heldur verið fimm sjúkrahús. Smá sjúkrahús tætt at sjúklingunum geva eisini fleiri praktiskar møguleikar og fyrimunir, eitt nú kunnu vit bjóða mobila laboratorietænastu, har vit fara út til eldri fólk at taka til dømis blóðroyndir. Hetta kunnu vit gera, tí økið er avmarkað og fólkagrundarlagið lítið, sigur Heri Ellingsgaard.
(Fakta)
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sergreinar í ortopedi og urologi, og ger millum annað eisini serligar kikarakanningar og -viðgerðir. Sjúkrahúsið hevur 36 seingjarpláss. Netto-rakstrarjáttanin í ár er 62,3 milliónir krónur.
(Mynd)
Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki hjá hansara læknum at bera seg rætt at í bráðmóttøkuni og senda teir sjúklingar til Havnar, ið hava tørv á tí. – Skaðastovan hevur bjargað nógvum mannalívum við at stabilisera støðuna hjá illa skaddum fólkum, men sjálvandi senda vit tey til Havnar, um tørvur er á serligum førleikum, sigur hann.