Fyrrverandi stjóri á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, fekk uppreisn í Føroya rætti týsdagin, eftir at hava stríðst fyri sínari sak í trý ár.
Rætturin gjørdi greitt, at Jákup Mørkøre varð ólógliga sagdur úr starvi, tá Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýriskvinna, gav hon sekkin í januar 2000 og í uppsagnarbrævinum segði hann vera bæði óýdnan og illoyalan. Tey orðini dømdi Føroya rættur verða ógrundað, og tískil staðfesti rætturin, at hann var uppsagdur ólógliga.
Heilsumálaráðið er dømt at rinda Jákupi Mørkøre 60.000 krónur í endurgjaldi, og harumframt skal ráðið rinda 40.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Við dóminum kann Føroya rættur sigast at vera komin í andsøgn við seg sjálvan. Upprunaliga stevndi Jákup Mørkøre nevniliga Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing, men ta ferðina tapti hann í rættinum. Helst tí hann sjálvur var við til at breiða uppsagnargrundina út.
Jákup Mørkøre ætlaði sær at kæra málið fyri Landsrættin, men semja varð gjørd um at sleppa málinum. Í staðin stevndi hann Heilsumálaráðnum fyri Føroyarætt og royndi málið av nýggjum. Hesaferð eydnaðist, og hann fekk loksins uppreisn.
Í dag er Jákup Mørkøre stjóri í TK-stovuni.










