Eftir drúgva tænastu søgdu Ronnie Midjord og Heri Ellingsgaard seg úr størvunum sum sjúkrahússtjórar í vár. Nú er stafettin latin Hans Paula Henryson og Alexandru á Dul, sum frameftir skulu stjórna ávikavist Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Tey bæði skulu saman við Steinar Eirikstoft mynda leiðsluna í Sjúkrahúsverki Føroyar. Steinar tekur við starvinum sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og stjóri á Landssjúkrahúsinum 1. september.
Alexandra á Dul er 38 ára gomul og hevur bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School.
##med2##
Hans Pauli Henryson er 56 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hans Pauli hevur drúgvar leiðsluroyndir frá privata arbeiðsmarknaðinum.