UTTAN mun til hvat man heldur um rikna sjúkrahúspolitikkin mongu seinastu árini, antin tað skulu vera trý sjúkrahús á verandi støði ella ikki, so skerst ikki burtur, at tá politikararnir hava verið við til at játta pengar til at byggja eitt stórt og nýtt sjúkrahús í Suðuroynni, so mugu teir eisini vera við til at fylla karmarnar út tvs. at játta pening til dagliga raksturin. Hevði hetta, at samgongan nú vendir Suðuroyar Sjúkrahúsi bakið, verið ein liður í eini langtíðarætlan fyri alt sjúkrahúsøkið, so varð spurningurin kanska ein annar. Men tað sýnist sum at her er als ikki talan um nakran miðvísan sjúkrahúspolitikk. Honum søknast vit framvegis eftir, ikki minst nú vit fara inn í eina nýggja øld og fullveldið er stungið út í kortið. Vit mugu koma hartil at gera av, hvussu samlaða føroyska sjúkrahúsverkið skal síggja út í næstu øld.
MEN fyri tey, sum í dag starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsini er avgerðin hjá landsstýrinum at seta fót fyri einum stórum parti av virkseminum á sjúkrahúsinum - uttan nakra grundgeving og miðvísa ætlan fyri eygað - ein beiskur biti at svølgja. Og tá okkum kemur til hugs arbeiðið og úttalilsini hjá útjaðarapolitikarum í seinastuni um at standa saman, so er nettupp hendingin við Suðuroyar Sjúkrahúsi eitt dømi um tað øvugta. Hvussu ber tað til, at eitt nú býráðsformaðurin í Klaksvík ikki rætti suðuroyingum sína bróðurhond, tá ástóð? Snýr tað seg bara um at verja seg og síni? Er hetta at standa saman um útjaðarapolitikk? Neyvan er seinasta orð sagt í hesum máli. Politikararnir mugu gera upp við seg sjálvan, hvat teir vilja á sjúkrahúsøkinum í framtíðini og ikki bara taka hissini avgerðir, sum bróta niður tað, sum er og fungerar, heldur enn at byggja upp. Áhugavert kundi verið at fingið at vitað, hvønn sjúkrahúspolitikk landsstýriskvinnan stendur fyri og ætlar at reka í næstu øld? Er hetta 1. stig?









