Sjúkrahúsleiðslan vanvirðir starvsfólkapolitikkin hjá Løgmansskrivstovuni

Leingi hevur ligið í luftini, at sjúkrahúsleiðslan arbeiðir í blindum. B6 gjørdi eina síðstu roynd at fáa eina loysn, men svarið tær fingu er ikki eitt svar, heldur eitt prógv uppá at leiðslan er óbúgvin.

 

Ístaðin fyri at loysa konkreta trupulleikan á B6, dregur leiðslan eitt annað aspekt inn í málið, nevniliga B7. Tað er smart, tí tær hava frí og kunnu tí ikki taka støðu. Leiðslan vil hava B6 at taka støðu yvir høvdinum á B7. Forvirrandi? Hetta er taktikkur! Tað skuldi undra meg almikið, um leiðslan yvirhøvur hevur kunnað B7 um broytingarnar, hon hevur lagt fyri dagin.

Løgmaður og Løgmansskrivstovan hava orðað ein almennan starvsfólkapolitikk, og nógv er sum bendir á at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sæð burtur frá hesum bóklingi. Fyrsta grein: »Gott samstarv millum leiðslu og starvsfólk er ein fyritreyt fyri góðum arbeiðsumhvørvi ? at leiðslan viðurkennir týdningin av at kunna starvsfólk um broytingar ? endamálið við eini tílíkari kunning er at skapa tryggleika ? geva starvsfólki møguleika at verða tikin við í ráðum, tá ið broytingar verða gjørdar«. Í fororðinum í bóklinginum sigur sjálvur løgmaður, at »Almenni starvsfólkapolitikkurin skal tryggja tann týdning, sum mál, mið og menning hava fyri at skapa trivna, dygd og samstarv«. Leiðslan hevur ikki virt eitt petti av hesum, ið er nevnt omanfyri. Hóast hetta, er »tíðin ikki búgvin« at leggja uppí, sigur Sámal Petur í Grund. Hvat skal til fyri at Sámal Petur vaknar úr dvala? Eg vóni at B6 og B7 síggja skriftina á vegginum og ikki lata seg lumpa av roykslørpolitikkinum hjá leiðsluni. Tá leiðslan uttan himpr og uttan at blinka sær burtur frá øllum paragraffum í almenna starvsfólkapolitikkinum, so átti tað at fingið avleiðingar bæði fyri landsstýrismannin og leiðslu Landssjúkrahúsins.

Sjúkrarøktarstjórin hevur víst so lítla virðing fyri røktarøkinum, at ein má øtast. Ein fer at ivast í, um hon yvirhøvur hevur útbúgving sum sjúkrasystir. Óbeinleiðis ákærir hon sjúkrasystrarnar at vera dovnar og rebelskar. Kastar røktarstjórin ikki køldu og arrogantu maskuna av sær, so missir landssjúkrahúsið virðismikla vitan, ið sjúkrasystrarnar gjøgnum nógv ár hava ognað sær.

Leiðslan hevur ein stóran trupulleika. Hon loyvir ongum ? les ? ongum ? at koma við nøkrum stigum til batar á Landssjúkrahúsinum. Hetta hevur einans leiðslan patent uppá. Patentið gongur út uppá at einki skal henda, so einfalt er tað. Ofta verður sagt, at tær einfaldastu loysnirnar eru tær bestu. Tað einfaldasta var í sátt og semju at hækka normeringina á B6. Hetta hevur leiðslan ikki dugað og úrslitið er konfrontatión.

Sjúkrasystrarnar eiga at vita at tað eru nógv, ið stuðla teimum. Tær eiga eisini at vita, at eingin orsøk er at óttast. Tað er brúk fyri sjúkrasystrum eisini uttanlands. Arbeiðsumstøðurnar t.d. í Noregi er nógv betri og lønin munandi betri. Hóast sjúkrasystrarnar á B6 fara heim til hús, so er at vóna, at fokus verður sett á normeringar á øðrum deildum. Tí tað er greitt, at samlaða talið av sjúkrasystrum á SL er alt ov lágt. Haldið saman.