Poul Geert Hansen
Sjúkrahússtjóri
Nýtslan av fútarættinum í sambandi við ósemjur á arbeiðsmarknaðinum var til viðgerðar í fimmaranum tann 11. mai 2005. Útvarpsverturin legði stóra áherðslu á, at tað ítøkiliga málið á Landssjúkrahúsinum ikki skuldi viðgerast.
Kortini vóru tað fleiri, sum ikki kundu lata verða við tí. Ein av teimum var Jana H. Dalsgaard, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum út móti endanum av sendingini ringdi inn. Hon segði m.a. at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevði noktað at tosa við nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hetta passar ikki. Tvørturímóti hevur leiðslan á sjúkrahúsinum játtað at komið á hvønn einasta fund nakar hevur biðið um, í sambandi við fráboðaðu umleggingarnar. Bæði í hoyringstíðarskeiðnum fyri ætlaðu broytingunum og aftaná at avgerðin var tikin. Tað hava eisini verið nógvir fundir við starvsfólk, álitisumboð, fakfeløg og áhugabólkar.
Fundir hava eisini verið við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Leiðslupersónar frá Landssjúkrahúsinum hava luttikið við innleggum á limafundi í felagnum og fundur hevur eisini verið við nevndina í felagnum. Ein fundur er tó blivin av ongum, tí felagið setti treytir við, hvør mátti luttaka frá Landssjúkrahúsinum. Tað skal leggjast afturat, at sjúkrahúsleiðslan eisini hevur givið felagnum skriftlig svar upp á spurningar.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fylgt øllum ásetingum í starvsfólkapolitikkum, sáttmálum og øðrum í sambandi við umleggingarnar á føðideildini/ljósmøðraskipanini. Allir partar eru blivnir hoyrdir og nógvar viðmerkingar eru komnar inn. Hoyringssvarini eru viðgjørd bæði væl og virðiliga, áðrenn sjúkrahúsleiðslan hevur tikið avgerð um umleggingarnar.
Sjúkrahúsleiðslan hevur alla tíðina staðið fast við, at ongar samráðingar verða um umleggingarnar. Partarnir eru hoyrdir og hava framlagt síni sjónarmið, men tað er leiðslan, sum tekur avgerðina. Hetta er ein partur av sjálvsagda leiðslurættinum og tað samráðast vit ikki um. Men vit hava ikki noktað, at fundast við nakran.
Í samband við, at broytingarnar á samanløgdu deildini verða settar í verk, vilja starvsfólkini á deildini fáa møguleika til at luttaka í umleggingunum og fáa ávirkan á teirra arbeiðspláss. Báðir starvsbólkar eru væl umboðaðir í leiðsluni á deildini. Hesin leiðslubygnaðurin tryggjar, at vit røkka endamálinum við umleggingunum, at fáa eina eina betri góðsku og kontinuitet í samlaðu tænastuna hjá føðideildini/ljósmøðraskipanina og samstundis fáa ein meiri rationellan rakstur av deildunum.










