Sjúkrahúsleiðslan fór út um sína heimild

Sambært advokatinum hjá Jóhan Petur Davidsen, uppsagdum yvirlækan, fór sjúkrahúsleiðslan út um sína heimild, tá ið hon sendi yvirlæknan til hús.

Í skrivi dagfest 25. oktober til advokatin hjá Landssjúkrahúsinum sigur Christian Andreasen, advokatur, umboðandi Jóhan Petur Davidsen, at avgerðin hjá sjúkrahúsleiðsluni er ógyldug, og hann krevur tí, at hetta verður broytt beinanvegin.

Ikki setanarmyndugleiki
Christian Andreasen ger í skrivinum vart við, at sjúkrahúsleiðslan ikki er setanarmyndugleiki, og hann metir tí, at avgerðin hjá leiðsluni er ein ógyldug avgerð, og tí verður kravt, at hetta verður broytt beinanvegin.
Í skrivinum sigur Christian Andreasen, advokatur, eisini: "annars skal eg endurtaka, at grundgevingarnar fyri uppsagnini m.a. er, at Jóhan Petur Davidsen ikki skal hava aktað givin boð, og at talan tí er um disiplinær viðurskifti, og at Jóhan Petur Davidsen tí ikki kann sigast upp, uttan so at ein tænastumannasak er reist móti honum.
Hesa avgerð kann sjúkrahúsleiðslan heldur ikki taka, tí sjúkrahúsleiðslan er ikki setanarmyndugleiki"
Somuleiðis sigur Christian Andreasen í skrivinum, at hann metir framferðarháttin hjá sjúkrahúsleiðsluni við at frítstilla Jóhan Petur Davidsen og at innstilla hann til eina uppsøgn verða langt uttan fyri løgfrøðisligt mark, og advokaturin tekur tí fyrivarni um øll rættarstig í hesum sambandi.