Sjúkrahúsleiðarin sagt upp


 

Jóanis Erik Køtlum, sum í eitt gott ár hevur verið leiðari á sjúkrahúsinum, hevur sagt seg úr starvi. Hann tók við eftir Jákup Mørkøre, sum varð sagdur úr starvi í januar 2000 av táverandi landsstýrismanninum, Helenu Dam á Neystabø.

Jóanis Erik Køtlum, ið er 35 ára gamal, vil ikki siga nakað um, hví hann tekur seg aftur úr starvinum, men at orsøkirnar eru persónligar. Uppsagnartíðin er tríggjar mánaðir, og starvstíð hansara kemur at enda 1. januar í ár.

Hann sigur við Sosialin, at tað er einki annað starv, sum bíðar honum, nú hann gevst á sjúkrahúsinum.

Starvið skal nú lýsast leyst, og tað ganga óivað nakrir mánaðir, til nýggjur leiðari av landssjúkrahúsinum er funnin.