Streymslit
Landssjúkrahúsið fer ikki at líða neyð, hóast tað skuldi hent, at streymurin fer.
Nú vandi er fyri, at maskinmeistararnir hjá SEV fara í verkfall, so at maskinurnar verða steðgaðar, el-verkini stongd og streymurin sløktur, eru tað mong, sum hava spurt, hvussu verður við teimum trimum sjúkrahúsunum, tí eitt er vist: Hava tey ikki streym, eru tey illa farin.
Men tað skilst, at ongin vandi er á ferð.
PoulGeert Hansen, leiðari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at hara hava tey eina skipan sum slær til í somu løtu, streymurin frá SEV fer.
Hetta er ein skipan sum veitir streym til tað allarmest neyðuga, eitt nú amboð til skurðviðgerðir og annað.
Men harafturat hevur Landsssjúkrahúsið tveir motorar, sum kunnu gerast klárir at seta til upp á minni enn ein hálvan tíma.
Hvør av hesum motorunum er ivaleya stórur til at veita allan streym, sum Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri yvirhøvur og nakað væl afturat.
Men gongur hann fyri, er so hin moturin eftir at taka til, so Landssjúkrahúsið skuldi verið væl tryggjað, tí gongur annar fyri, er hin eftir.
Á hinum báðum sjúkrahúsunum eru tey eisini tryggjað ímóti streymsliti, hóast tey ikki eru so væl tryggjað sum Landssjúkrahúsið.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur maskinmaðurin á vakt, at har hava tey ein motor, sum veitir ivaleyst av streymi til alt sjúkrahúsið og sum slær til áðrenn 30 sekund eru farin frá tí at streymurin hjá SEV fer. Men eisini har hava tey eina skipan sum slær til í somu løtu, sum streymurin frá SEV fer og sum sostatt tryggjar, at streymurin til tey mest neyðugu amboðini á skurðgongini ongantíð fer.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava tey eisini eina skipan, sum tryggjar ta mest neyðugu útgerðina, so at streymurin har ongantíð verður burtur, hóast streymurin frá SEV fer.
Men eisini har hava tey ljósmotor og hann slær til 10 sekund eftir at streymurin frá SEV er farin.
Hann veitir streym til alt sjúkrahúsið.
Allir hesir motorarnir kunnu veita streym til sjúkrahúsini so leingi, olja er, men arbeiðarafeløgini hava boðað frá, at tey fara ikki at leggja sjúkrahúsini lamin.