Sjúkrahúsini fáa felags leiðslu í summar

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at fundir hava verið við allar sjúkrahússtjóranum

Gongur sum ætlað, verður tað longu í summar, at øll tey trý sjúkrahúsini verða løgd undir eina felags leiðslu.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Í sambandi við arbeiðið at nýskipa sjúkrahúsverkið, er ætlanin at leggja øll tey trý sjúkrahúsini saman og gera tað til Sjúkrahúsverk Føroya við eini felags leiðslu.

 

Sirið Stenberg hevur ført fram, at tað er ein fortreyt fyri at kunna samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.

 

Hon sigur, at beint eftir, at aðalorðaskiftið var um sjúkrahúsini fyri einum mánaði síðani, varð farið undir eina tilgongd at skipa eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini.

 

Hon sigur, at hendan seinasta mánaðin hava tey havt fundir við teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar, bæði felagsfundir og fundir við teir ein og ein.

 

Í næsta mánað er avtalað, at tey fara í arbeiðslegu í einar tveir dagar at viðgera, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu skipast undir einari felags leiðslu.

 

Hon sigur, at upprunaliga var ætlanin, at tey trý sjúkrahúsini skuldu verða løgd undir eina leiðslu í seinasta lagi á nýggjárinum.

 

Men nú sigur hon, at gongst sum ætlað, verður tað longu í summar, at sjúkrahúsini eru løgd saman.

 

– Eg vóni, at vit klára tað til í summar, tí samanleggingin er ein fortreyt fyri at seta nógvar av hinum ætlanum fyri sjúkrahúsini, í verk, sigur hon.

 

Og hon leggur enn einaferð dent á, at tey meina tað í álvara, tá ið sagt verður, at talan verður um at menna øll trý sjúkrahúsini, og at fáa meiri virksemi á teimum smáu sjúkrahúsini, tí samgongan hevur longu bæði samtykt at seta pening av til eina deild fyri pínuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi og endurvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.