Umboð hjá Reyða Krossi, sum eru í Bagdad, hætta sær ikki at vitja øll sjúkrahúsini í býnum, tí tað er alt ov vandamikið orsakað av áhaldandi skotbardøgum millum amerikanskar og irakskar hermenn.
Fyrradagin eydnaðist umboðunum kortini at sleppa til sjúkrahúsið Al-Kindi, hóast bardagarnir leikaðu á allastaðni við sjúkrahúsið. Tað vísti seg, at viðurskiftini inni á sjúkrahúsinum vóru verri, enn nakað av umboðunum hevði torað at ímynda sær.
-Støðan er snøgt sagt ræðulig. Skurðlæknarnir arbeiða dag og nátt, og flestu teirra eru deyðatroyttir, segði ein talsmaður hjá Reyða Krossi aftan á vitjanina. Hann dugdi ikki at siga, hvussu nógv særd fólk vóru á sjúkrahúsinum, men segði, at leiðslan hevði langt síðani mist tamarhaldið á støðuni.
Frá leiðsluni fekk Reyði Krossur at vita, at teir seinastu 24 tímarnar vóru 176 særd fólk komin hagar umframt fýra, sum longu vóru deyð. Samstundis visti Reuters tíðindastovan at siga, at á einum øðrum sjúkrahúsi, sum er har norðuri í Bagdad, høvdu tey tikið ímóti 141 særdum og 18 deyðum irakum tað sama samdøgrið.
Sambært Reyða Krossi er trot á næstan øllum. Sjúkrahúsini hava alt ov lítið doyvingarevni, útgerðin til skurðviðgerðir er gomul og slitin, stórt trot er á at kalla øllum heilivági.
Ein tíðindamaður hjá Reuters, sum var uttan fyri eitt av líkhúsunum í Bagdad mánadagin, segði, at nógv lík lógu og sløgdust uttanfyri í plastikkposum.