NÚ stendur tað so hvørjum frítt at hava sína meining um framtíðar støðuna hjá sjúkrahúsverkinum. Vit skulu øll somul fyrihalda okkum til spurningin so ella so. Klaksvíkingar gera tað uppá sín máta og út frá sínum fortreytum. Heilsumálaráðharrin somuleiðis og onnur við. Hvar vit enn standa í hesum máli, so er tað rætt av álvara at tosa um rationaliseringar innan henda sektorin eisini. Tvs. hvussu brúka vit pengarnar til sjúkrahúsverkið skilabest - til frama fyri sjúklingarnar - fyri starvsfólkini og í síðsta enda fyri føroyska samfelagið. Vit fara inn í eina nýggja øld, har politiskur meiriluti er fyri, at vit so við og við skulu klára okkum uttan blokkin. Hetta setir okkum nýggj krøv eisini innan sjúkrahúsverkið.
LANDSSTÝRISKVINNAN hevur sett í út kortið eina nýggja kós, og sum vit duga at síggja, miðjar henda kós eftir, at vit við avmarkaðum midlum mugu til at sleppa okkum av við í fyrsta lagi dupultfunktiónir. Í øðrum lagi mugu vit til at gera okkum greitt, hvussu og hvar vit vilja prioritera framtíðar íløgur og rakstur. Tvs. um verandi býtið millum tey trý sjúkrahúsini skal halda fram sum higartil, ella um tað hereftir verður miðvísur politikkur at menna Landssjúkrahúsið, soleiðis at tað í nógv størri mun verður meginsjúkrahúsið fyri allar føroyingar. Norðingar siga korta nei, og tað er ein ærlig søk. Men tað er landsstýriskvinnan í heilsumálum, sum stýrir sjúkrahúspolitikkinum, antin okkum dámar tað ella ikki. Hon hevur fingið álagt hesa ábyrgd og hevur tí eisini skyldu til at liva upp til hana. Og eftir øllum at døma metir hon røttu kósina vera at prioritera LS sum meginsjúkrahús. Áhugavert verður tí at hoyra, hvat politikarar oo. hava at siga til settu ?nýggju? kósina.