Sjúkrahúsið sloknaði

Undir landsumfatandi steymsliti mikunáttina sviku neyðmotorarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so tað lá myrkt og lamið í útvið ein tíma. Eingin skaði hendi tíbetur, tí alt virksemi lá í fasta svøvni, men var tað um dagin, kundi illa viljað við. Umsjónarmaðurin visti als ikki um tilburðin

? Hevði tað hent um dagin, so var tað ein katastrofa. Men tíbetur var tað um náttina, og tí spældi alt væl av, sigur Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Mikunáttina í síðstu viku hendi tað á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum ikki má henda. Tá streymurin fór, tók neyðmotorurin ikki við, og tí lá sjúkrahúsi uttan streym í ein tíma.
Streymurin fór um alt landið, tí tekniskt brek var á einum verki, sigur Petur Gaardbo frá SEV. Streymurin fór eftir klokkan hálvgum tvey náttina til mikudagin. Flestu staðni var streymurin burtur í hálvan tíma. Men í Norðoyggjum kom streymurin ikki aftur, fyrr enn ein tíma seinna.

Aðru ferð í 19 ár
Av SEV siga tey, at eingin ólukka hendi av streymslitinum, og kærurnar hava ikki verið meira enn vanligt, tá slíkt hendir. Men í Klaksvík kundi verið galin endi, um skaðin hendi um dagin, og til dømis ein skurðviðgerð var í gongd.
? Í 19 ár er hetta bara aðru ferð, at neyðmotururin ikki tekur við, tá streymurin fer. Talan er um eitt tekniskt brek, tí eitt rele varð farið. Vit hava annars eitt test-programm, sum vit koyra eina ferð um vikuna, har vit eftirkanna neyðmotorin. Tað gjørdu vit eisini vikuna frammanundan, men tað vísti onki galið. Hetta er slíkt, sum kann henda, sigur Heri Ellingsgaard.
Tíbetur hendi óhappið um náttina, tá einki virksemi er á sjúkrahúsinum. Fólk svóvu og hava nóg illa varnast, at streymurin fór. Men var tað um dagin, og virksemið í hæddini, so torir umsjónarmaðurin nóg illa at hugsa tankan lidnan.
? Tað kundi verið katastrofalt. Um vit opereraðu, so gekk alt tað elektroniska fyri. Bæði borimaskinur, narkosutól og onnur alneyðug tól, og tú kanst sjálvur ímynda tær, hvat so kundi hent, sigur Heri Ellingsgaard.
Visti einki

Visti einki
Sjálvur visti umsjónarmaðurin als ikki um tilburðin, fyrr enn Sosialurin ringdi og spurdi hann. Tað er hann eitt sindur vónsvikin av.
? Tað er ikki rætt, at eg hoyri um eina so álvarsliga hending gjøgnum tykkum. Eg skuldi sjálvandi havt fingið tað at vita frá mínum fólki, men tey hava ikki mett tað havt stórvegis týdning, tí alt spældi væl av, sigur Heri Ellingsgaard.
Neyðmotorarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru frá 1984. Vanliga slær motorurin til einans 10 sekund eftir, at streymurin fer. Tað hendi herfyri, og tá vóru eingir trupulleikar. Spurdur, hvussu mann kann tryggja sær, at tað als ikki kiksar, sigur umsjónarmaðurin, at so skulu tveir neyðmotorar til, men tað er í so ógvusligt, heldur hann.

Strangari reglur
Motorarnir klára vanligt trýst, men er nógv virksemi á sjúkrahúsinum, har bæði vaskað verður og køkurin koyrir fyri fullari megi, so er neyðugt at steðga onkrum virksemi, so sjálvar sjúkrafunktiónirnar virka til fulnar.
Umsjónarmaðurin viðgongur, at hann gjørdist eitt sindur kløkkur, tá vit fortaldu honum um óhappið, men nú ræður um at forða fyri, at tað kann henda aftur.
? Vit mugu bara stramma mannagongdirnar eitt sindur meira og vera meiri eftiransin, tá vit hvønn fríggjadag kann neyðmotorarnir, sigur Heri Ellingsgaard.