- Hetta er byrjanin til endan á sjúkrhúsinum í Klaksvík og í Suðuroy.
Jákup Petersen, sum er yvirklækni og í leiðsluni í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ivast ikki í, at ætlanin er nú at tey smáu sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy, miðvíst skulu niðurlagast, til tey at enda verða stongd, ella enda sum uppvenjingarstøðir við ongum serlækna.
Tað er framferðin hjá heilsumálaráðnum seinastu tíðina fær yvirlæknan í Klaksvík at taka so rívan til.
- Tað hevur leingi ligið í kortunum at arbeitt hevur verið við eini ætlan sum skuldi máða grundarlagið undan Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur hann.
Sluppu ikki við
Hann sigur, at hetta átakið kom í ljósmála fyri einum hálvum árið síðani, tá ið visitatiónsnevndin varð boðsend til fundar.
- Hetta hendi í bestu summartíð, tá ið visitatiónsnevndin í skundi helt tveir fundir, sum vórðu fráboðaðir við óregluliga stuttari freist. Men tað ringasta var, at tað bar hvørki til hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi at møta, tí teirra limir í nevndini vóru burturstaddir í summarfrí
Jákup Petersen sigur, at formansskapurin í nevndini varð kunnaður um hetta, men limirnir úr miðøkinum vóru so mikið nógvir í tali, at nevndin varð viðtøkufør og tí vórðu hesir avgerðandi fundir hildnir, uttan at hava tey smáu sjúkrahúsini við.
- Úrslitið av hesum fundum var eitt tilmæli.
Men sambært yvirlæknanum var eitt tilmæli frá heilsumálaráðnum um serviðgerð uttanlands flættað upp og sent landsstýrismanninum, sum síðani setti tilmælið í verk.
Størsta kvett í nýggjari
Jákup Petersen sigur, at hetta átakið vardi í 10 dagar og hann aftrar seg ikki við at kalla hetta størsta kvett í føroyska heilsuverkinum í nýggjari tíð.
- Við hesum kvetti vórðu sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy í verunleikanum løgd undir umsiting av Landssjúkrahúsinum og tað er byrjanin til endan á teimum smáu sjúkrahúsunum.
Nú verður so eisini arbeitt við eini samstarvsavtalu ímillum tey trý sjúkrahúsini, sum skal staðfesta tað, sum er farið fram og sum fer at skunda undir avmonteringina av smáu sjúkrahúsunum.
Samstarvsavtalan er ikki endaliga avgreitt enn, men arbeitt verður av kraft við at fáa hana setta í gildi.
Avgerðir tiknar í Havn
Jákup Petersen sigur, at úrslitið av hesum átaki er, at nú er tað Landssjúkrahúsið einsamalt, sum avgerð, hvørjir sjúklingar skulu sendast uttanlands í viðgerð.
Higartil hava tað verið avvarðandi yvirlæknar á teimum trimum sjúkrahúsunum, sum hava sent sjúklingar uttanlands og játtanin lá undir heilsumálaráðnum.
Men nú eru tað yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum einsamallir, sum gera av, hvørjir sjúklingar skulu sendast uttanlands og tað verður landssjúkrahúsið einsamalt, sum fær ábyrgdina av játtanini.
Yvirklæknin í Klaksvík tvíheldur um, at hetta er ein avgerð, sum hvørki visitatiónsnevndin, stjórabólkurin ella strategski bólkurin hava mælt til, men tvørtur ímóti hava verið beinleiðis ímóti.
Stjórabólkurin og strategiski bólkurin eru bólkar, sum tey trý sjúkrahúsini eru limir í hava sent nakað tílíkt tilmæli.
- Hetta merkir, at tær yvirlæknar á teimum smáu sjúkrahúsunum, sum hava kannað sjúklingin, hava viðgjørthann og kenna hann, eru settir til viks, tí nú verða tað yvirlæknar á landssjúkrahúsinum, sum hava avgerðina.
Miseydnaðist
Jákup Petersen sigur, at hetta var tann skipan, sum varð galdandi í sekstiárunum, men hon elvdi til so stóra ónøgd, at hon varð avtikin. Tí skilir hann ikki, at vit nú skulu venda aftur til eina skipan, sum varð avtikin, tí hon riggaði so illa.
- Hendan mannagongd miseydnaðist í sekstiárunum og hon fer aftur at miseydnast nú, sigur hann.
Men ein onnur avleiðing av hesi nýggju skipanini er, at nú fær Landssjúkrahúsið eisini avgerðandi orðið at siga, um, hvørjar viðgerðir tey smáu sjúkrahúsini taka heim.
- Heimtøka av viðgerðum verða fíggjaðar av játtanini til serviðgerð uttanlands og smáu sjúkrahúsini hava gjørt nógv burtur úr at fáa serlæknar hendavegin at viðgera sjúklingar, heldur enn at senda sjúklingar uttanlands.
- Men hetta heldur nú uppat, tí nú verða tað yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum, sum hava seinasta orðið um, hvørjar viðgerðir verða tiknar heim.
Og samstudnis verða tað yvirlæknar á Landssjúkrahúsinumsum fáa ábyrgdina av øllum bíðilistunum til serviðgerð uttanlands.
- Hetta er ikki av umsorgan fyri skattaborgarans peningi. Hetta snýr seg eina og aleina um at taka grundarlagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum, er Jákup Petersen ikki í iva um.
Yvirlæknar rýma
Hann sigur, at tilverugrundarlagið hjá Klaksvíkar Sjúkrahús er at liggja frammarliga, at taka upp nýggjar kanningar og viðgerðir, at hava hægstu tænastu mótvegis sjúklingum.
- Tað er grundarlagið fyri, at læknar yvirhøvur vilja koma til sjúkrahúsið. Sostatt eru serviðgerðir uttanlands og heimtøkur grundarsteinurin og orsøkin til, at nakað sjúkrahús er í Klaksvík.
Og verða hetta virksemið tikið frá sjúkrahúsinum og lagt undir Landssjúkrahúsið, er tað deyðadómurin yvir súkrahúsið.
- So endar Klaksvíkar Sjúkrahús og kanska eisini Suðuroyar Sjúkrahús, sum miðstøðir fyri røkt og venjing
- Til hetta krevst ikki nakað sjúkrahús og ongir serlæknar , men bert ein stovnur rikin av medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Í øllum førum fer ongin serlækni at søkja til Klaksvíkar undir hesum umstøðum. Og við ongum serlæknum er heldur onki sjúkrahús, staðfestir Jákup Petersen.
Í Sosialinum teir næstu dagarnar fara vit at hoyra meiri um hetta málið.