Sjúkrahúsið í Hammerfest hart rakt

Síðan hósdagin hava 12 starvsfólk fingið staðfest covid-19, og 120 eru í sóttarhaldi. Sjúkrahúsið er rættiliga skert í løtuni.

 

Í løtuni tekur sjúkrahúsið í Hammerfest í Noregi bara ímóti bráðfeingis sjúklingum úr Hammerfest og kommununum nærindis. Hetta hendir, eftir at heili 120 starvsfólk eru endað í sóttarhaldi, tí 12 av starvsfólkunum á sjúkrahúsinum hava fingið staðfest korona-smittu. Tískil er orkan hjá sjúkrahúsinum rættiliga avmarkað í løtuni.

- Higartil eru 12 starvsfólk staðfest smittað við covid-19, og heili 120 starvsfólk hava verið í nærsambandi við tey smittaðu. Hesi eru tískil koyrd í sóttarhald, sigur stjórin fyri sjúkrahúsið í Finnmørkini, Siri Tau Ursin.

Hon vísir á, at fyrstu smittutilburðirnir vórðu staðfestir hósdagin, og longu tá gjørdist greitt, at sjúkrahúsið í Hammerfest hevði brúk fyri hjálp uttaneftir. Neyðugt hevur partvís verið at funnið nýggjar lyklapersónar, nú sjúkrahúsið er vorðið so hart rakt.

Hóast tað hevur eydnast at finna nýggjar lyklapersónar, er kapasiteturin á sjúkrahúsinum nógv skerdur orsakað av ógvusliga smittuútbrotinum. Men, barnadeildin virkar sum áður, og tað ber framvegis til at føða á sjúkrahúsinum.

Tó er neyðugt at seta seg í samband við sjúkrahúsið fyri at tryggja sær, at kapasitetur er til føðideildina.

Aðrar viðgerðir, sum eitt nú skurðviðgerðir, ortopedi og gynækologi verða í mest møguligan mun vístar til onnur sjúkrahús. Sjúkrahúsið í Hammerfest tekur tó framvegis ímóti bráðfeingis innleggingum og innileggingum av fólki í Hammerfest, Kvalsund og Målsøy.