Sjúkrahúsútbygging heldur karmarnar

- Við at lurta eftir tíðindasendingum í útvarpinum í síðstu viku, kundi lurtarin fáa ta fatan, at útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er farin út um givnu karmarnar hjá løgtinginum. Mn, hetta er ikki rætt.

Tað sigur Landsverk í dag.

- Støðan viðvíkjandi útbygging av Landssjúkrahúsinum er tann, at eitt samt Føroya løgting samtykti løgingslóg 7. juni 2011, har karmurin er 421,8 miljónir krónur fram til 2018. Í hesum karmi er íroknaður sokallaði H-bygningurin fyri 295. miljónir krónur. Hetta fevnir um psykiatriskan depil, somatiskar seingjardeildir, rehabilitering og annað.

Landsverk vísir á, at í tekstinum til lógina stendur, at í samlaðu upphæddini á 421,8 miljónir krónur til sjálva byggingina, er ikki íroknað prísvøkstur, útgerð, innbúgv, list og grøn orku. Útreiðslur, sum sjálvandi fara at koma, tá byggingin er komin so mikið langt, at innflyting nærkast.

Síðani lógin varð samtykt, er byggiskrá og skipanaruppskot gjørt, og tí ber nú til at siga, hvat tørvurin er á útgerð, innbúgvi, list og grønari orku.

- Sum byggiharri eru vit av teirri fatan, at skilabesta loysnin er, at bygningurin skal takast í nýtslu, tá hann er liðugur - og ikki at bíðað verður til 2018, sum lógin leggur upp til.

Hetta merkir sjálvandi, sigur Landsverk, at stórur partur av íløguni í útgerð, innbúgv, list og grøna orku koma fyrr, enn lógin ásetur. Henda íløga er ásett til 65,8 miljónir krónur.

- Ilt er at meta um prísvøkstur, tí tað hevur byggiharrin onga ávirkan á. Vit hava tó roknað einum árligum miðalprísvøkstri á 2,5 prosent.

Lagt verður aftrat, at fíggjarnevndin nú er komin við einum áliti, sum leingir byggitíðina við einum ári, og sosatt verður ikki flutt inn fyrr enn í 2019. Harafturat mælir meirilutaálitið hjá fíggjarnevndini til, at størsti parturin av fíggingini liggur í endanum av tíðini.

- Tað vil siga við 140 miljónum krónum í 2017 og 130 miljónum krónum í 2018. Hetta fær sjálvandi ávirkan á útreiðslurnar til prísvøkstur, sum verða hægri. Prísvørksturin er tí mettur til í alt 60 miljónir krónur.

Landsverk hevur sum byggiharri hildið seg til teir karmar, sum eitt samt Løgting samtykti 7. juni 2011 við løgtingslóg nr. 77/2011.

- Tí er tað óheppið, um fíggjarligu fyritreytirnar, sum arbeitt hevur verið eftir seinastu tvey árini, verða broyttar, heldur stovnurin.