Sjúkrahús í Sri Lanka bumbað

Fleiri granatir raktu í nátt eitt sjúkrahús í Sri Lanka. Álopið kravdi fleiri mannalív Almennar keldur siga, at álopið á sjúkrahúsið kostaði minst seks mannalív, og at 15 fólk vórðu særd.

Puthukkudiyiruppu-sjúkrahúsið er í landnyrðingspartinum av Sri Lanka, har harðir bardagar hava verið millum stjórnarherin og Tamilsku Tikararnar.

Ein talsmaður hjá stjórnarherinum sigur við BBC, at tað var stjórnarherurin, sum bumbaði sjúkrahúsið. Tamilsku Tikararnir vilja heldur ikki átaka sær ábyrgdina av álopinum.

ST sigur, at 500 sjúklingar vóru á sjúkrahúsinum, tá tað bleiv álopið.