Fleiri túsund fólk komu at liggja undir, tá eitt sjúkrahús rapaði av einum jarðskjálvta í Indonesia í dag.
Tíðindastovurnar skriva frá eygnavitnum, at jarðskjálvtin hevur gjørt sera stóran skaða í býnum Padang. Umframt sjúkrahúsið eru fleiri vegir og brýr illa farin.
Indonesiska stjórnin sigur, at 75 fólk hava latið lív, men tíðindastovurnar skriva, at talið kann blíva nógv størri.
Jarðskjálvtin var 7,6 áq Richter-stiganum.