Sjúkrahús og sparingar

Fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar, og sparast skuldi.

Í hesum sambandi gekk upp fyri politikarum, at kostnaður av at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar er vaskin við risalopum, og at neyðugt er at tátta í.

Ávarað ímóti hesi gongd hevur verið í nógv ár.

Niels Bentsen var ríkisumboðsmaður fyri 30 árum síðani. Hann arbeiddi við sjúkhúsmálum, áðrenn hann kom til Føroya, og sum ríkisumbðsmaður hevði hann sæti í føroysku sjúkrahússtýrunum.

Ráðini frá Niels Bentsen vóru greið: Útbyggið Landssjúkrahúsið, tí tað er bíligari fyri landið og betri fyri sjúklingarnar enn at senda fleiri og fleiri sjúklingar av landinum.

Niels Bentsen varð hildin fyri gjøldur - koma og læra okkum, vit duga best sjálvir.

Nú politikararnir eru greiðir yvir, at sjúkrahúsverkið er á skeivari kós, áttu glottar at verið í ólavsøkupakkanum; men sama skil. Útsíðan á Landssjúkrahúsinum skal hampast, og útbyggjast skal á smáu sjúkhúsunum.

Framstig í kanningartøkni og sjúkuviðgerð gongur við rúkandi ferð, og grannalondini royna alla tíðina at laga sjúkhúsverkið til broyttu umstøðurnar, ásannandi at ikki ber til at byggja út allastaðni. So leingi politikararnir heingja seg í eina avoldaða viðtøku í Løgtinginum, dragna vit meira og meira. Skal sjúkhúsverkið og harvið alt heilsuverkið so toliliga fylgja við grannalondunum, má leggjast á annan bógv - savna kreftirnar skilagott - annars liggja vit eftir sum drumbar.