Fólk hjá tilbúgvingini í New York eru nú í ferð við at flyta 200 sjúklingar av sjúkrahúsinum New York University Medical Center á Manhattan. Orsøkin er, at streymurin har um vegir er farin, og at ljósmotorurin hjá sjúkrahúsinum virkaði ikki eftir ætlan.
Millum tey 200 eru 20 pinkubørn, sum mugu berast av níggjundu hædd niður á gøtuna.
Sjónvarpið CBS sigur, at millum 50 og 70 sjúkrabnilar standa uttan fyri sjúkrahúsið til reiðar at flyta sjúklingarnar og starvsfólkið til eitt annað stað.
Aðrastaðni í býnum, í Queens, hava sløkkiliðsfólk úr at gera, tí har er eldur komin í fleiri hús. Summar tíðindastovur skriva, at 15 hús standa í ljósum loga.