Leiðslan á tí størsta sjúkrahúsinum í Svøríki, Karolinska Universitetssjúkrahúsinum, boðaði í gjár frá, at umfatandi sparingar gera tað neyðugt at leggja 900 størv niður. Virkandi stjórin, Mikael Forss, sigur í fráboðanini, at leiðslan ger alt fyri at forða fyri, at uppsagnirnar skulu ávirka umstøðurnar hjá sjúklingunum meiri enn avgjørt neyðugt. Roknað verður við, at umleið 600 fólk verða uppsøgd, og at hini 300 størvini verða spard burtur á annan hátt.