Sjúkrahús gera avtalu um sjúklingar

Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið hava nú gjørt eina samstarvsavtalu um viðgerðir og onnur viðurskifti.

Avtalan er undirskrivað og fevnir um samstarv av øllum handa slagi innan kanningar og viðgerðir og venjingar og annað virksemi, eitt nú virksemi á rannsóknarstovu.

Í hesum sambandi snýr samstarvið um, hvussu farast skal fram, tá ið sjúklingar verða sendir ímillum sjúkrahúsini til viðgerar, til vennjingar í fysioterapi.

Samstarvið fevnir eisini um blóðbankan, ljósmøðraøkið, smittuverju, umvælingar av tólum og útgerð, tá ið tól og útgerð skulu keypast, og um sjúkraflutningstænastu.

Harafturat fevnir eisini um samstarv um køkin við tí endamálið at bøta um matin.

Í Suðuroy er serlækni í hjartasjúkum og beinanvegin nú skal greiða fáast á, hvørjar tænastur hjartalæknin í

Suðuroy kann bjóða ambulantum sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Tá ið avtalan verður endurskoða, skulu avtalur eisini gerast um skurðviðgerðir.