Tummas í Garði, læknastjóri
Í Dimmalætting dagfest 31. oktober 2006, og í fleiri greinum dagarnar aftaná verður Gerhard Lognberg lagdur undir at misrøkja sjúkraflutningstænastuna á Sandoynni. Hetta er ikki í samsvar við veruleikan.
Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni kostar kr. 25.000 um mánaðin í starvsløn. Tveir ambulansumenn hava vakt samstundis og verður upphæddin deild til tvey vaktløg, sum hvørt fær kr. 12.500,- um mánaðin. Fyri hesa upphædd skulu ambulansufólkini verða á vakt 24 tímar um døgnið, og flyta sjúklingar á Landssjúkrahúsið á nátt sum á degi. Talan er soleiðis um eina skipan har sjúkraflutningurin verður røktur av fólki í parttíðarstarvi, sum noyðast at hava annað arbeiði afturat.
Gerhard Lognberg og hansara fólk hava ikki allarbestu umstøður at arbeiða undir: Ongin garasja er fingin til bilin og til at hava eykaútgerðina í.
Fyri at bøta um hendan trupulleikan er framyvir fingin ein skipan, har sjúkrabilurin úr Sandoynni verður umbýttur við ein klárgjørdan bil av Landssjúkrahúsinum, aftaná hvønn sjúkraflutning.
Hesi 13 árini Gerhard Lognberg hevur havt ábyrgdina av sjúklingaflutningin á Sandoynni, hevur samstarvið verið gott, og eingin klaga er komin til Landssjúkrahúsið um tænastuna. Gerhard Lognberg hevur sjálvur peikað á, at sjúkraflutningstænastan á Sandoynni kann dagførast og eisini á fundi á Landssjúkrahúsinum skotið upp aðra skipan.
Kommunulæknarnir á Sandi, eins og Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum hava eisini ynski um eina skipan við sjúkraflutningstænastuni á Sandoynni, har starvsfólkini eru í fulltíðarstarvi, og regluliga eru inni á Landssjúkrahúsinum og arbeiða, bæði fyri at fáa starvsvenjing, og fyri at styrkja samstarvið. Ein tílík skipan við fólki í føstum fulltíðarstørvum, verður sera dýr í mun til lága túratalið í Sandoynni, men Landssjúkrahúsið er sinnað at arbeiða fyri at finna eina loysn.
Vit eru sera harmir um, at í greinini í Dimmalætting varð roynt at seta Gerhard Lognberg og teir sum røkja sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni í eitt ringt ljós, heldur enn at peika á góðar framtíðarloysnir fyri sjúkraflutningstænastuna.
Teir sum røkja sjúkraflutningstænastuna á Sandoynni eru dugnaligir og nærlagdir, og gera sítt allarbesta, hóast korini sum teir hava at arbeiða undir, ikki eru serliga nøktandi.
Vit vóna at tað góða samstarvið við Landssjúkrahúsið kann halda áfram sum higartil, inntil ein nýggj skipan verður funnin.










