Bilurin er fult á hædd við tær ambulansur, sum verða uppbygdar uttanlands, bæði viðv. trygd og útgerð. Hesin er tann triði í røðini, sum er uppbygdur á Landssjúkarhúsinum, og sum skilst eru eru portørarnir sera væl nøgdir við hesar ambulansur.
Bilurin hevur støð í Vágum. Fimm fólk eru hesi tænastu í eini vaktarskipan sum kom at virka 1. november 2005, og er skipað á sama hátt sum í Eysturoy.










