Sjúkradagbøkur stolnar í Vági

Tíggju sjúkradagbøkur ella journalir vórðu seinasta vikuskiftið stolnar á Læknamiðstøðini í Vági. Jenis av Rana, kommunulækni, fann tær aftur á trappuni uttanfyri viðtaluhøli síni í Havn. Ansingin av dagbøkunum í Vági hevur ikki verið nóg góð, tí tjóvurin slapp alt ov lætt framat

Ansingin av sjúkradagbókum á Læknamiðstøðini í Vági hevur ikki verið nóg góð. Seinasta vikuskiftið,tá jóansøkan var í Vági vórðu tíggju tilvildarligar dagbøkur stolnar av miðstøðini. Tær vórðu tó funnar aftur uttanfyri viðtaluhølini hjá Jenisi av Rana við Tinghúsvegin í Havn.
Ein sera løgin tilburður, har tjóvurin hevur stolið dagbøkurnar á Læknamiðstøðini og síðani borið tær aftur til ein lækna, sum kundi beina tær aftur á rætta stað.

Slapp lætt framat
Løgreglan í Suðuroy upplýsir, at sjúkradagbøkurnar eru stolnar einaferð leygardagin ella leygarkvøldið, tá læknin á miðstøðini hevði úr at gera. Viðkomandi hevur tikið tíggju tilvildarligar dagbøkur úr skápinum, men einki bendir á, at tjóvurin hevur leitað eftir ávísum dagbókum.
Løgreglan metir hetta málið at vera sera álvarsamt, tí sjúkradagbøkur innihalda privatar og sera viðkvæmar og persónligar upplýsingar, sum fólk ikki ynskja, at nakar annar óviðkomandi persónur fær innlit í. Tí eigur eftirlitið av slíkum skjølum at vera sera strangt.
Tað hevur tað ikki verið í hesum førinum, metir løgreglan. Tjóvurin hevur ikki brotið inn, men er sloppin ótarnaður framat, tí hvørki skápið ella hurðin hava verið læst.
Læknin, sum kom til arbeiðis sunnumorgunin, varnaðist, at dagbøkur vóru horvnar, og hon boðaði løgregluni frá beinanvegin.
Læknamiðstøðin í Vági er soleiðis innrættað, at sjúklingar skulu ganga ígjøgnum skrivstovuna, har sjúkradagbøkurnar liggja, fyri at sleppa inn í viðtaluhølið. Tí kann tað hugsast, at meðan læknin hevur havt ein sjúkling inni, hevur onkur verið inni í skrivstovuni og tikið dagbøkurnar.

Fekk dagbók í dansinum
Ein kvinna í Vági boðaði sunnumorgunin frá, at ein ungur maður hevði verið á gátt við hennara sjúkradagbók.
Hann hevði fingið sjúkradagbókina í hondina í jóansøkudansinum í VB-høllini. Hann hevði fingið hana frá einum ókendum manni, og hann hevði goymt dagbókina, tí hann visti, at hon ikki hoyrdi heima í dansinum. Tá hann var á fótum aftur sunnumorgunin, fór hann til kvinnuna, sum átti sjúkradagbókina.
Tá tjóvurin er komin Havnar, hevur hann eftir øllum at døma angra gerðina. Tí tá Jenis av Rana, kommunulækni, kemur til arbeiðis mánamorgunin, finnur hann hinar níggju dagbøkurnar á trappuni.
Løgreglan heldur ikki, at gerningsmaðurin hevur havt í hyggju at nýta upplýsingar úr dagbókunum til nakað serstakt endamál. Løgreglan er ikki farin undir at kanna málið meira nágreiniliga enn, men hetta verður gjørt skjótast gjørligt.
Landslæknin, sum hevur allar landsins læknar undir sær, verður eisini kunnaður um málið.