? Sjúkradagbøkur skulu goymast á forsvarligan hátt, so at vandin fyri stuldri er so lítil sum gjørligt, sigur landslæknin, Høgni Debes Joensen, eftir at tíggju sjúkradagbøkur vórðu stolnar frá Læknamiðstøðini í Vági á jóansøku. Tær vórðu tó funnar aftur uttanfyri hølini hjá kommunulæknanum Jenisi av Rana, har onkur hevði lagt tær frá sær aftur.
Tað er landslæknin, ið hevur umsjón við øllum landsins læknum, men hann sigur, at tað er tann einstaki læknin, ið hevur ábyrgdina av, at sjúkradagbøkurnar verða goymdar soleiðis, at tær liggja trygt.
Eingir reglar eru fyri, at slík skjøl skulu læsast inni, og landslæknin fylgir ikki við, hvussu læknarnir goyma sínar sjúkradagbøkur. Annars eru reglurnar tær, at slíkar dagbøkur verða goymdar í minsta lagi tíggju ár.
Kommunulæknin í Vági fer nú at biðja kommununa um nýggj arkivskáp, sum hava lás, so at ein óheppin tilburður sum hesin ikki kemur fyri aftur.