Útreiðslurnar fyri hvønn sjúkradag eru hægst á Suðuroyar sjúkrahús, næsthægst í Klaksvík og minst á Landssjúkrahúsinum Tað vísir eitt yvirlit, sum fíggjarnevndin hevur útvegað sær, nú nevndin viðger uppskotið til fíggjarlóg.
Í yvirlitinum sæst, at í 2006 kostaði ein sjúkradagur fyri hvønn sjúking 6.455 krónur í meðal á Suðuroyar sjúkrahúsi, 6.176 krónur í meðal í Klaksvík og 4.808 krónur í meðal á Landssjúkrahúsinum.
Harafturat sæst, at sengurnar verða mest brúktar á Landssjúkrahúsinum. Nýtsluprosentið har er 91,3 prosent, og tað er umleið 76 prosent á hinum báðum sjúkrahúsunum.
Kelda: Kringvarpið