Sjúkrabilur uppbygdur á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið hevur nú fingið fyrsta sjúkrabilin, sum teir sjálvir hava uppbygt. Talan er um ein Toyota Hiace við 2,7 litur bensinmotori 143 hk. Á Sjúkraflutningstænastuni eru teir sera væl nøgdir við hesa loysn

Vit hava nú fleiri ár hoyrt um at sjúkrabilarnir kring landið eru ov gamlir og í vánaligum standi. Fyri at spara hevur Landssjúkrahúsið keypt fleiri sjúkrabilar úr onkrum av grannalondum okkara.
Teir nýggju sjúkrabilarnir sum teir hava keypt, hava ofta verið uppbygdir í Norra ella í Íslandi. Hesar uppbyggingar kosta nógv, og eru ein orsøk til at bilarnir eru dýrar at keypa, og verða teir tí brúktir í mong ár.

Nú er so tann fyrsta royndin hjá Landssjúkrahúsinum gjørd við at keypa ein nýggjan bil og sjálvir byggja hann um til sjúkrabil. Í góðum samstarvi við leiðsluna hevur tað eydnast at fáa fígging til hendan fyrsta bilin.

Bilurin er ein Toyota Hiace av longra modellinum við 2,7 litur bensinmotori við 143 hk, sum er keyptur frá Reyni Service. Hetta man vera tann einasti av hesum slagnum, sum er komin til landið við bensinmotori.

Atli Simonsen, varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, hevur staðið fyri arbeiðinum og gjørt meginpartin av arbeiðinum sjálvur. Bilurin hevur alt tað sum hoyrir til ein nútímans sjúkrabil, skáp og hillar eru gjørd soleiðis at tað passar til bilin og sær út sum originalt. Í bilinum er alt tað, sum brúk er fyri í eini neyðstøðu, sum til dømis tól til at geva stoyt til ein persón sum hevur fingið hjartastopp o.l.

Arbeiðið er væl úr hondum greitt, og eingin munur er á hesum bilinum og sjúkrabilum, sum vera uppbygdir uttanlands, uttan tað at hesin er væl bíligari.

Hetta er ein spennandi roynd hjá Landssjúkrahúsinum. Á Sjúkraflutningstænastuni vænta teir, at nú verður trupulleikin við at koyra við gomlum og óálítandi sjúkrabilum loystur, nú teir sjálvir kunnu uppbyggja sínar sjúkrabilar eftir egnum ynski, og teir kosta væl minni, enn teir annars høvdu kostað, um teir blivu keyptir liðugtgjørdir.