Sjúkrabilur til Nólsoyar

Nólsoyar Bjargingarfelag hevur keypt ein sjúkrabil, sum í fyrstu atløgu skal virka sum bjargingarbilur, men hevur sjálvandi eisini møguleika at virka sum sjúkrabilur. Nólsoyar Bjargingarfelag er eitt rættiliga virkið felag, og hevur nú útvegað sær ein sjúkraflutningsbil.

- Vit hava keypt hendan sjúkrabilin úr Vestmanna, har Vestmana Sløkkilið hevði hann. Vit fingu hann ógvuliga bíliga, 40.000 krónur, men tá hevur hann so onga útgerð annað enn eina børu, sigur Jan Hansen, formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag.

Eitt stutt tíðarskeið hevur bjargingarfelagið havt ein annan sjúkrabil í Nólsoy.

- Hetta var ein sjúkrabilur, sum var ávegis til Hollands. Hann hevði staðið í Suðri, men kom til Nólsoyar til Ovastevnuna í fyrraárið. Hann er nú farin til Hollands, sigur Jan Hansen.

Nólsoyar Bjargingarfelag yvirtók bilin 1. november, og síðani hevur hann staðið í Havn eina tíð, meðan gomlu búmerkini vórðu tikin av og nýggja merkið við Nólsoyar Bjargingarfelag varð sett á.

Bilurin er nú komin til Nólsoyar, og skal nú fyllast við ymiskari útgerð, sum bjargingarfelagið eigur.

- Bilurin skal fyrst og fremst nýtast sum bjargingarbilur at flyta bjargingarfólk og bjargingarútgerð við, men hevur sjálvandi eisini útgerð at flyta sjúklingar við, sigur Jan Hansen.